Grein úr Vespuni, Edmund Williamson skrivar.

Afturlit, hølisviðurskiftir og annað tílíkt

Kappingarárið 1988 var heldur soltið hjá NSÍ, sum eftir hetta árið við dananum Kim Truesen sum leikandi venjara flutti niður úr bestu deildini, afturafturafturaftur.

Um heystið varð boðað til aðalfundar í fótbóltsnevndini, og øll nevndin fór frá. Undirritaði fór av forvitni á fund í Glyvra skúla, og soleiðis púra av óvart var hann formaður fyri fótbóltinum, tá hann kom av fundinum. Nevndir var henda: Edmund Joensen, Høgni Jacobsen, Agnar Poulsen, Eyðálvur Knudsen og Werner Petersen. Tá Agnar flutti til Havnar, kom Jákup Petersen í hansara stað.

Fyrsta tíðin var sera hørð, tí allar gyltar ætlanir máttu leggjast til viks, tá vit komu eftir, at skuldin var rættiliga stór, men vit løgdu kortini til brots við góðum treysti og høvdu fund í hølunum inni í kaihúsinum gamla hvørt mikukvøld. Har var eitt borð og seks stólar og eitt skriviborð við einari telefon, og tað stinkaði av fukti og soppi, so øll, sum høvdu ein ferðil av astma ella onkrum líknandi, máttu fáast á dyr sum skjótast, komu tey hagar.
Fleiri stórmál vóru. Millum annað settu vit lokalar venjarar, sum ikki kravdu so nógv í løn, tí teir vóru góðir við felagið. Málverjan spældu vit av við, tí vit høvdu ikki ráð. Eisini skiftu vit lit, tí eftir at hava spælt í bláum blusum og brókum í nøkur ár, skiftu vit aftur til tað gula og kula.

 

Eitt av fremstu málunum var kortini høli. Vit hildu, at hølið inni í kaihúsinum ikki var til at liva við sum skrivstova, og vit vildu fegnir hava egin skiftirúm til leikararnar. Vit arbeiddu leingi við einari ætlan um at byggja við vøllin oman móti Løkini. Flotta tekning av húsi í tveimum hæddum við útgongd beinleiðis inn á vøllin høvdu vit fingið til vega frá arkitekti, men so við og við sóu vit, at hetta bar ikki á mál. So kom onkur við tí hugskotið, at vit skuldu fara at biða um kjallaran í ítróttarhøllini. Hetta var hørð tilgongd, tí mótstøðan var øðilig, men teir bardust manniliga. Gingu á býráðslimir og trýstu, har trýstast kundi, og í síðsta enda eydnaðist at fáa hendur á hølunum. Hetta var í 1989, og har eru vit enn, hóast hølini eru sett í stand og broytt, so heldur stolta felag okkara, sum síðstu nógvu árini hevur myndað oddin í føroyskum fótbólti, til í einum alt ov lítlum og primitivum betongkjallara undir einari høll, sum er uppgraderað so tað baskar til frama fyri fimleik og hondbólt.

 

Í dag eru vit so komin hagar til, at nú mugu góðar kreftir fara í holtur við at trýsta, so eitt veruligt NSÍ-hús kann gerast veruleiki innan heilt fá ár, tí støðan, sum er nú, er ikki nøktandi fyri eitt so stórt og virkið felag.

 


Nógv er broytt hesi mongu árini, og fótbólturin eigur fleiri vinir, sum saman kunnu arbeiða fram ímóti, at vit um skamma stund eiga ein bygning, sum vit kunnu vera errin av.

 

Edmund

Líknandi tíðindi