Betuel Hansen hevur longt sáttmálan

0

Betuel Hansen hevur longt sáttmálan við NSÍ. Betuel hevur í ár havt eitt sera gott kappingarár, og er ein av berandi kreftunum á NSÍ liðnum. Hóast unga aldurin, so hevur Betuel longu spælt 97 dystir fyri besta liðið hjá NSÍ, umframt steypakapping og Evropa dystir.

Vit fegnast um at Betuel Hansen hevur longt sáttmálan, so at hann nú hevur sáttmála til og við 2022.  Vit ynskja Betuel tillukku við sáttmálanum, og bestu eydnu.

 

 

Share.

Skriv et svar