|

Fjepparin: Jan Højgaard


Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Jan Højgaard.

Navn?
Jan Højgaard

Hevur tú fast pláss til dyst við Løkin og hvar?
Nei, tað havi eg ikki.

Spældi tú sjálvur?
Tað er langt síðani, Jonhard plagdi at vera venjari. Eg minnist meg ikki hava havt nakað fast pláss á vøllinum.

Yndisleikari hjá NSÍ?
Jens hevur verið ein tann frægasti í seinastuni, men tað hava verið nógvir góðir gjøgnum tíðirnar t.d. Nenad og Hjalgrím.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Næstseinasta dyst í 2007 – í Runavík móti VB/Sumba – tá vit gjørdust meistarar. Annars var steypafinalan og -sigurin móti HB í 2002 eitt øgiliga stórt upplivilsi.

Størsta styrkin hjá NSÍ?
Teir duga at spæla bólt. Tá teir spæla ordiligt gongst væl, men teir duga so ikki at verja.

Sunnudagin møta vit B36. Lýs mótstøðuliðið stutt:
“Højt at flyve dybt at falde.” Teir blanda kortini ov nógv, og hava ongantíð sama liðið, sigst. Men eg havi ikki sæð teir í ár.

Hvat væntar tú, úrslitið verður sunnudagin millum B36 og NSÍ?
2-1 til NSÍ.

Hvønn skulu vit spyrja næstu ferð?
Per Toftegaard.

Líknandi tíðindi