Seyðaseðilin er trektur!
Seyðaseðilin er trektur.
Um tú hevur vunnið, so ring til Stig Davidsen, tlf nr 597230.
NSÍ takkar fyri stuðulin 💪🐝💛😃
Sí myndina.
Í dag kl 16.30 byrja U8 dreingir at venja Venjari er Rógvi Poulsen Venjingartíðirnar eru/blíva: mánadag og mikudag frá kl. 16.30 til 17.30
Karstin Hansen hevur skrivað undir nyggjan 3 ára sáttmála við NSÍ. Karstin hevur verið útleigaður til Skála 2 tey seinastu árini, og hevur hann ment seg heilt nógv. Hann var málmaður á U21 landsliðnum, og var fyrr í ár partur av A landsliðnum. Nú er Karstin klárur at taka kampin upp fyri NSÍ. Vit eru…
Lutakastið hevur verið í 3-2 kvøld. Mótstøðan hjá okkum gjørdist KÍ. Hálvfinalurnar verða leiktar soleiðis: 1/2 finala, fyrri dystur, 25. mai: KÍ – NSÍ 1/2 finala, fyrri dystur, 26. mai: Skála – Víkingur 1/2 finala, seinni dystur, 15. juni: NSÍ – KÍ 1/2 finala, seinni dystur, 16. juni: Víkingur – Skála Leggjast kann afturat, at…
Aðalfundur felagsins verður í NSÍ hølinum 9. februar kl. 19. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Møguleiki er at avgreiða ársins limagjald frá kl. 18.30. Omaná verður ókeypis súpan.
Tað er ikki altíð lætt at keypa jólagávur. Eitt árskort til heimadystirnar hjá NSÍ slær ongantíð feil. Tað er møguligt at keypa tvey ymisk árskort. Fyri kr. 900,00 fæst árskort til allar heimadystir. Fyri kr. 1.150,00 fæst árskort til allar heimadystir, og harafturat kaffi og køkur. Árskortið fæst til keyps í Bókabúðini í Saltangará. …
Jákup Jakobsen hevur skrivað undir við NSÍ. Sterki stríðsmaðurin av Skála hevur leikt 116 dystir fyri Skála í Betri deildini, og skiftir nú til NSÍ. Vit gleða okkum at síggja Jákup í gulu blusuni í 2020. Vit bjóða Jákupi vælkomnum til NSÍ og ynskja honum bestu eydnu.