|

Høvuðsvenjarin er settur

Allan K Jepsen er nýggjur høvuðsvenjari hjá NSÍ. Allan er 43 ára gamal, og hevur nógvar royndir sum leikari, hann hevur spælt í Danmark, Týsklandi, Hollandi, Svøríki og Scotlandi á hægsta støði.

 

Allan hevur sum venjari verið partur av ungdóminum hjá AGF, hjálparvenjari hjá AGF og AaB í bestu donsku deildini.

 

Allan passar inn í framtíðarætlanina hjá NSÍ, har hann kemur at arbeiða í felaginum fulla tíð. Hann kemur at hava høvuðsuppgávuna av besta liðnum, umframt at Allan verður sjónligur í felaginum.

 

Vit eru fegin um at NSÍ hevur funnið rættan venjara til felagið, ein venjari sum vil vinna, ein venjari sum vil arbeiða við einari langíðarætlan, og málið er heilt greitt at vinna FM. Allan byrjar í starvinum beinavegin, og hevur sáttmálað til og við 2022.

 

Vit ynskja Allan vælkomnum til NSÍ, og ynskja honum bestu eydnu.

Líknandi tíðindi