Verjurisin heldur fram í Runavík

0

31-ára gamli Oddur Árnason Højgaard hevur í kvøld longt sáttmálan við NSÍ, soleiðis at sterki miðverjin aftur verður at síggja við Løkin næsta ár.

Oddur hevur seinastu tvey árini spælt 51 dystir fyri NSÍ, og hevur hann skorað tvey mál. Oddur hevur veruliga markerað seg sum ein verjuskansi hjá NSÍ, serliga við síni eyðsýndu styrki í luftspælinum.

NSÍ hevur millum bestu verjur í landinum, og Oddur eigur avgjørt sín leiklut í hesum.

Vit fegnast um, at vit framvegis fara at síggja Oddur í gulu blusuni.

oddur

Share.

Skriv et svar