NSÍ kvinnur leika hálvfinalu í morgin
NSÍ kvinnur leika hálvfinalu í steypakappingini ímóti B36 í morgin 14. november kl. 13.30.
Dysturin verður leikur á Eiði.
Komi fjølment og stuðli NSÍ.
SAMAN STANDA VIT STERK
NSÍ kvinnur leika hálvfinalu í steypakappingini ímóti B36 í morgin 14. november kl. 13.30.
Dysturin verður leikur á Eiði.
Komi fjølment og stuðli NSÍ.
SAMAN STANDA VIT STERK
Síðani dystin móti FC Suðuroy hava tit atkvøtt um dagsins mann. Nú atkvøðugreiðslan er stongd, er greitt, at Jann Martin og Sjúrður báðir fingu 17 % av teimum íalt 166 givnu atkvøðunum. Teir vóru báðir eyðsýndir í 0-0 dystinum. Sjúrður vann einaferð enn tað mesta á vinstra bakki, og stuðlaði væl uppspælið. Jann Martin var ógvuliga…
Tvífaldi málskjúttin í stevnudystinum móti EB/Streymi, Klæmint A. Olsen, varð valdur til dagsins mann í dystinum, nú atkvøðugreiðslan varð stongd. 237 atkvøður vórðu givnar, og fekk Klæmint heili 90 av teimum – hetta svarar til 38 %. Klæmint hevur víst sera gott máltev og er einsamallur toppskjútti í vodafonedeildini higartil. Ein annar profilur í dystinum,…
Aron Knudsen hevur longt sáttmálan við NSÍ. Aron var skaddur ein part av kappingini í ár, men er nú klárur aftur at stríðast fyri felagið. Vit fegnast um at enn ein av okkara ungu ynskir at longja sáttmálan við NSÍ. Tað er gott at hjarta er GULT. Tillukku við sáttmálanum Aron, og bestu eydnu.
Enn ein av okkara egnu hevur longt sáttmálan við NSÍ. Petur Knudsen er U21 landsliðsspælara, og er ein sera evnaríkur leikari, sum nú hevur longt sáttmálan við NSÍ. Hóast Petur bert er 19 ára gamal, so hevur hann alvorliga sett sítt navn í fótbóltsbøkurnar. Ímillum annað skoraði hann ein fantastiska flott frísparksmál á útivølli ímóti…
Til landsdystin móti Estlandi 11. august hevur landsliðsvenjarin Brian Kerr úttikið ikki færri enn fimm NSÍ’arar. Teir eru: Bogi, Jóhan, Einar, Jann Ingi og Christian Høgni. Hópurin er annars hesin: -Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen, Vagnur M. Mortensen, Rógvi Poulsen, Tórður Thomsen úr HB -Bogi Løkin, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen, Jann Ingi Petersen, Christian Høgni…
Navn: Klæmint A. Olsen Føddur: 17.07.90 Hagtøl hjá Klæmint á faroesoccer.com Stað á vøllinum: Nú mest í álopinum, men havi fyrr eisini leikt á kantinum. Høgra ella vinstra bein: Høgra, vinstra um neyðugt Starv: Eg smíði hjá TN Bygging, sum eg eisini havi lært hjá. Frítíðarítriv: Einki fast Yndis matur: Føroyskur matur – ræst kjøt…