Christian Høgni – dagsins maður móti B68

0


Síðani dystin móti B68 mikukvøldið hava tit havt høvi at velja dagsins mann móti B68.

Nú atkvøðugreiðslan er stongd er tveymálsskjúttin, føðingardagsbarnið, liðskiparin og toppskorarin í Vodafone deildini, Christian Høgni Jacobsen, klárt á odda við 51% av atkvøðunum. Hann fekk íalt 119 av teimum 233 givnu atkvøðunum. Enn einaferð setti hann met í atkvøðum, sum ein einstakur leikari hevur fingið. Hetta er triðji dysturin á rað, at tit hava valt Christian Høgna til dagsins mann.

Nummar tvey er Jann Ingi við 9%, og nummar trý eru András, Klæmint og Jónhard, ið allir hava 6%.

Christian Høgni og Jann Ingi tykjast at hava bitið seg fastan í oddin av atkvøðugreiðsluni, András og Klæmint hava eisini verið í topp trý fyrr, meðan Jónhard er við millum teir tríggjar ovastu fyri fyrstu ferð.

Havandi í huga vánaliga veðrið mikuvøldið og avmarkaða áskoðaratalið er tað stuttligt, at heili 233 greiddu atkvøðu hesa ferð. Hetta er bert 2 atkvøður frá atkvøðumetinum, ið varð sett eftir seinasta dyst.

Vit ynskja Christiani Høgna hjartaliga tillukku við heiðrinum og ynskja annars øllum liðinum góða eydnu í dystinum móti B36 í Havn í morgin.

Eftir dystin verður opnað fyri nýggjari atkvøðugreiðslu.

Share.

Skriv et svar