3. Deild b vann tryggan sigur á grannunum av Toftum

0


Leygardagin kl. 17.00 floytaði dómarin (Robert á Lakjuni) dystin ímillum NSÍ b og B68 í gongd. Fyrstu løtuna var talan um ein rímuliga javnan dyst. Tá áleið 25 minuttir vóru spældir, kom hol á. Jóannes Hansen var fyrstur á bóltinum og kundi skora trygt til 1-0 til NSÍ. Síðani gekk skjótt at fáa mál, og var støðan 5-0 til NSÍ, tá farið varð til hálvleik. Málskjúttar vóru Eyðstein Skipanes, Dánial Hansen 2, og Helgi L Peteresen.

Í seinna hálvleiki var talan um sanna málveitslu, og skoraði NSÍ 10 mál avtrat, og vunnu dystin á B68 15-0.

Hettar vóru málskjúttarnir í dystinum:

Sonni L. Petersen    4 mál
Karstin Joensen    3 mál
Dánial Hansen    3 mál
Eyðstein Skipanes    2 mál
Helgi L Petersen    1 mál
Bergur Djurhuus    1 mál
Jóannes Hansen    1 mál

NSÍ hevur nú spælt 4 dystir og hava vunnið allar. Fyrsta dystin vann NSÍ 6-0 ímóti Vikingi. Síðani vann NSÍ 5-0 ímóti Giza, og hava vunnið 5-4 ímóti Undrinum. So NSÍ hevur fult stigartal aftaná teir fyrstu 4 dystirnar.

Teir, sum mannaðu liði hjá NSÍ hendan dagin, vóru:

Jonhard Hansen (leikandi venjari), Viggo Johannesen, Kári Hansen, Jákup Martin Jacobsen, John Andersen, Eyðstein Skipanes, Helgi L. Petersen, Jóannes Hansen, Bergur Djurhuus, Karstin Joensen, Dánial Hansen, Eddie Mikkelsen, Kenneth Johansen, Sonni L. Petersen og Beinir Højgaard.

Frásøgn: Dánial Hansen

Share.

Skriv et svar