UEFA Grassroots dagur


Í sambandi við at UEFA Champions League finalan er leygardagin 22. mai 2010, so hevur UEFA útnevnt vikuna upp undir finaluna til Grassroots viku. Her skal fokus setast á Grassroots fótbólt – áhugafótbólt – og øll limalond verða eggjað til at hava ein serligan Grassroots dag í hesi vikuni.

Grassroots dagurin í Føroyum hevur verið í dag. Ætlanin var at fáa so nógv fólk sum gjørligt, at spæla fótbólt í Føroyum sama tíðspunkt. Hetta kundi ganga fyri seg á fótbóltsvallum, sparkivallum, spæliplássum, túnum, skúlagørðum, barnagørðum, stovnum, ellisheimum, arbeiðsplássum o.s.fr. Ja samanumtikið so kundi spælast á øllum hugsandi støðum. Miðað varð ímóti at so nógv íðkandi sum gjørligt vóru í gongd í dag í tíðarskeiðnum frá kl. 11.00 – 14.00.

NSÍ fyriskipaði haldinum av Grassroots degnum her um leiðir. Við vælvild frá skúlanum og hjálp frá lærarum skúlans høvdu børnini høvi at spæla fótbólt einna løtu í dag.

Í Glyvra skúla luttóku 120 børn úr 1.-3. flokki. Úr Skúlanum við Løkin luttóku eini 200 børn úr 4.-7. flokki. Eisini luttóku eini 60 barnagarðs- og dagrøktarbørn. Í Frítíðarskúlanum í Rituvík íðkaðu 40 børn, og enntá á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi vóru 30 fólk virkin við fótbólti hendan dagin. Íalt vóru 450 luttakarar vóru til tiltakið sum NSÌ skipað fyri.

Niðanfyri er nakrar myndir frá degnum, sum Sølvi R. Hansen og Kristian Gaardbo hava tikið. Fleiri koma seinni.

[nggallery id=26]

[nggallery id=27]

Líknandi tíðindi