1. deild NSÍ – KÍ 0-2


1. deildarliðið hjá NSÍ spældi móti KÍ við Løkin í dag. Okkara lið var sera ungt og stórt sæð mannað við unglingaleikarum. Men teir royndust væl.

Hóast okkara dreingir taptu 0-2 móti besta liði hjá KÍ, var dysturin sera javnur. Okkara dreingir høvdu minst líka nógv av spælinum, men fingu ikki bóltin í málið.

Klaksvíkingar vóru neyvari og fingu tvey mál, sum Sørmund Kalsø og Bárður Heinesen skoraðu.

At javnt gekk á hevði við sær, at dysturin so við og við gjørdist nakað harðligur. 6 klaksvíkingar fingu gult kort, meðan Óli og Per somuleiðis fingu gult kort, tíverri ognaði Per sær tvey av slagnum móti endanum av dystinum og reyk út.

Alt í alt sóu tey mongu viðhaldsfólkini við Løkin ein spennandi dyst í dag. Og fyri okkum var tað stuttligt at síggja, at vit hava so nógvar dugnaligar ungar leikarar í felagnum. Hesir verða ivaleyst at síggja á besta liðinum í framtíðini.

Fyri okkum leiktu: Kristian Joensen, Per Langgaard, Bárður Midjord (79′ Sveinur Nielsen), Ásfinnur Sigvardsen, Viggo Hansen, Arni Gregersen (79′ Kenn Hentze), Magnus Pauli Sørensen, Rógvi Højgaard (62′ Óli Hansen), Andrias á Líknagøtu, Árni Frederiksberg og Monrad Holm Jacobsen.

[nggallery id=28]

Líknandi tíðindi