|

Úr skotgrøvini: Páll á Reynatúgvu


Undan dystinum sunnudagin hava vit spurt ein fjeppara hjá mótstøðuliðinum nakrar spurningar. Hesa ferð er fjepparin Páll á Reynatúgvu.

Navn og aldur:
Páll á Reynatúgvu, 42.

Spældi tú sjálvur? Hvar á vøllinum?
Ja, eg spældi í nógv ár við B71, meginpartin av tíðini sum álopskendur miðvallari.

Tín yndisleikari hjá B71?
Nei, tað verður ov trupult at taka dagar ímillum. Tað var ein sonn frøi at spæla saman við teimum, eg spældi saman við øll hesi árini. Har vóru so nógvir, sum vóru góðir, hvør á sínum øki.

Størsta løtan sum B71-leikari?
Tað var uttan iva, tá vit vunnu meistarheitið og steypakappingina. Og tað var sjálvandi eisini ein stór løta at spæla Evropa Cup  uttanlands. Annars vóru løturnar umboðandi Føroyar á landsliðinum, har vit m.a. vunnu gull oyggjaleikanum, eisini stórar.

Í morgin møta tit NSÍ. Lýs mótstøðuliðið stutt.
NSÍ hevur havt ógvuliga dugnaligar unglingar, sum sjálvandi nú hava megnað at vinna meistaraheitið. Felagið hevur altíð havt góð ungdómslið, men eg havið mangan hildið, at NSÍ átti at havt fingið meira burturúr besta liðinum. Tað virkar, sum tað eru góðir karmar um felagið. Annars seti eg NSÍ í samband við positivan fótbólt.

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum í morgin?
Ja, altso, tað er einki at ivast í, at Christian Høgni, um hann hevur ein góðan dag, so er hann ein av teimum spælarunum í Føroyum, sum veruliga kann gera mun á vinnandi og tapandi liðinum. Hjá B71, rokni eg við, at Bárður Johannesen, sum hevur verið ótrúliga hollur í verjupartinum, kann fara at blíva ein lyklaleikari fyri B71 á útivølli í morgin.

Hvat væntar tú, at úrslitið verður í morgin millum NSÍ og B71?
Eg vænti, at úrslitið verður 1-1.

Líknandi tíðindi