Piltarnir ósigraðir á Argjum

0


NSÍa piltanir vóru á Argjum í gjár og spældu nakrar dystir. Tað vóru 4 lið í kappingini: AB, HBa, HBb og so NSÍa

Fyrsti dystur var móti HBb og vunnu okkara tryggan 2 -0 sigur. Síðan var spælt móti HBa og vunnu okkara aftur ein tryggan sigur 4 – 0. Tá so AB eisini hevði vunnið á HBa, var sokallaða finalan millum AB og NSÍa.

Heldur ikki argjadreingir megnaðu at steðga okkara dreingjum, og vunnu vit 3 – 1, aftaná at verið á odda 3 – 0 til tað manglaði ½ minuttur, so minkaði AB  til 3 -1.

Veðrið var av tí allarfagrasta á Argjum í gjár, og vertirnir vóru sera blíðir, tá teir bjóðaðu bæði kaffi, te og bollar til tey vitjandi.

Dreingirnir vóru sera raskir, og vit gleða okkum til teir aftur skulu í eldin.

Hesir vóru við: Eli Joensen, Aron Knudsen, Hans Marius Davidsen, Kári Hansen, Pætur Hentze, Petur Knudsen, Ingolvur Steinálvurson, Gorm Nielsen, Jógvan Olsen, Jannik Olsen og Mórits Heini Mortensen. Venjari var Jens Martin Knudsen.

Frásøgn: Trygvi Mortensen

Share.

Skriv et svar