|

Úr skotgrøvini: Rógvi Róin, ÍF


Undan dystinum í kvøld hava vit spurt ein fjeppara hjá mótstøðuliðinum nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Rógvi Róin.

Navn og aldur:
Rógvi Róin, 36 ár

Spældi tú sjálvur? Hvar á vøllinum?
Ja, eg spældi tey fyrstu nógvu árini við ÍF, og síðani havi eg skift eitt sindur í millum ÍF og B36. Eg spældi mitt á miðjuni.

Tín yndisleikari hjá ÍF?
Tá eg var smádrongur og stóð í mál, skuldi eg altíð vera Ovi Joensen.

Størsta løtan sum ÍF-fjeppari?
Tað hava ikki verið so nógvar heilt stórar í mínari tíð. Men eg haldi, at tað var, tá vit komu í steypafinaluna í 2005.

Í kvøld møta tit NSÍ. Lýs mótstøðuliðið stutt.
Teir hava ein leikara, sum kann hava avgerandi týdning fyri hvussu dysturin endar. Tað er Christian Høgni. Men annars hava teir fleiri góðar leikarar.

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum í kvøld?
Báðir málmennirnir.

Hvat væntar tú, at úrslitið verður í kvøld millum ÍF og NSÍ?
ÍF vinnur 2-1.

Líknandi tíðindi