Piltarnir í Fuglafirði

0


Í allar fagrasta veðrið fóru piltanir hjá okkum til Fuglafjarðar at spæla í móti ÍF í gjár. Vit høvdu 2 lið við, og ikki kann sigast annað enn, at tað gekk væl.

Vit spældu 2 dystir móti ÍF og so ein innanhýsis dyst.

Venjararnir, Christian Høgni Jacobsen (head coach) og Harry Knudsen (ass. coach), høvdu blanda liðini nakað, og er hetta nakað, sum teir hava valt í ár. Eisini vóru fleiri foreldur við inni í Fuglafirði hendan morgunin, og lagið var av tí besta, kanska mest tí besta liðið hevði vunnið á ÍF kvøldið fyri. Ikki øll foreldur vóru tó við, tí tey vóru sterkt upptikin av at heinta fløskir til piltarnar føddir í 1998, sum skulu til Dana Cup seinri í ár.

Úrslitini í Fuglafirði vóru hesi:

NSÍb – ÍFa 5 – 1
NSÍa – ÍFb 9 – 1
NSÍb – NSÍa 6 – 3
NSÍa – ÍFb 4 – 1
NSÍb – ÍFa 11 – 2

So ikki kann sigast annað enn, at dreingirnir vóru sera raskir

Hesir dreingir vóru við í Fuglafirði:

Petur Sjúrður, Eli, Kári, Hjalmar, Gorm, Petur, Jóhan, Jannik, Mórtis Heini, Ingolvur, Jógvan, Heðin, Hans Marius, Sonni, Aron, Pætur, Benjamin og Birgir

Heimasíðan tók eisini nakrar myndir av trúføstum áskoðarum, og NSÍ piltunum.

Frásøgn: Trygvi Mortensen

Share.

Skriv et svar