NSÍ SMÁDREINGIRNIR VINNARAR AV FYRRU HÁLVU

0

Næstsíðsti dysturin í fyrru hálvu av landskappingini í meistarabólkinum hjá smádreingjunum, varð leiktur í gjár á Niðara Vølli í Gundadali. Talan var um toppdyst. NSÌ smádreingirnir á fyrsta plássinum høvdu undan dystinum 22 stig, meðan HB á øðrum plássi hevði 17 stig. Dysturin endaði 1-1. Nú eitt leikumfar restar so er greitt at NSÌ smádreingirnir eru vinnarar í fyrru hálvu og fáa teir 3 stig við sær til seinni hálvu. HB sum  nr 2, fær 2 stig við sær,meðan KÌ sum nr 3 fær 1 stig við til seinni hálvu.

Smádreingirnir eru í fyrru hálvi ósigraðir. Teir hava vunnið 6 dystir og leikt tveir javnar.  Seinasti dysturin hjá NSÌ í landskappingini er ímóti KÌ á heimavølli komandi leygardag.

Leygardagin 12 juni er steypafinalan á skránni í Havn, har okkara smádreingir møta HB.

Teir sum hava myndað NSÌ liðið í ár eru:

Karstin Hansen, Jógvan Sigvardsen,Fróði Klein, Kristian Simonsen, Sebastian Christiansen, Leivur Højgaard, Betuel Hansen, Hans Jón Jacobsen, Jákup Mortensen, Meinhard Olsen, Olgar Nielsen, Jón Heinesen og Bárður Mikkelsen.

Venjarir eru Egil Olsen og Sámal Hansen

Share.

Skriv et svar