Genturnar vunnu á EB/Streymi


Leygardagin 5. juni kl. 13 tók felagsliðið hjá NSÍ/B68 gentur 14-17 ímóti Eb/Streymi við Løkin.

Dysturin var rættuliga javnur, men tá ið fyrri hálvleikur var hálv runnin, megnaði Nsí/B68 at leggja seg á odda við einum máli frá Mirjam F. Davidsen. Og tað var eisini hálvleiksstøðan.
Seinni hálvleikur byrjaði eisini javnur. Men aftur megnaði NSÍ/B68 at skora eitt mál, sum Dania A. Olsen skjeyt í málið. Beint aftaná tað fekk EB/Streymur eitt mál, sum Íðun skjeyt beint framm við málmanninum og í málið. Nú var støðan 2-1 til NSÍ/B68.

Eina løtu aftaná tað skjeyt Rut Jacobsen eitt innlegg, sum so Mirjam F. Davidsen smekkaði í málið. Og løtu seinni tekur Mirjam F. Davidsen túrin fram eftir síðuni og leggur bóltin inn til Daniu A. Olsen, sum so leggur ein trillara til Hallbjørg, sum so smekkar bóltin inn í máli.

Dysturin endaði 4-1 til Nsí/B68.

Frásøgn: Tanja Huneck
[nggallery id=38]

Líknandi tíðindi