|

Fjepparin: Brian Huneck


Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Brian Huneck.

Navn?
Brian Huneck

Hevur tú fast pláss til dyst við Løkin og hvar?
Nei, ikki sum so. Eri vanliga onkustaðni við gulu kioskina.

Spældi tú sjálvur?
Ja, inntil unglingar. Mest á miðjuni, úti á síðuni og so í verjuni.

Yndisleikari hjá NSÍ?
Nei, tað veit eg ikki. Á liðinum nú er Jónhard Frederiksberg ein góður spælari, og Christian Høgni – hann er stjørnan.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Tað má vera, tá vit blivu meistarar.

Størsta styrkin hjá NSÍ?
Í løtuni sær tað út til at vera álopsspælið. Vit skora nógv mál.

Leygardagin møta vit FC Suðuroy. Lýs mótstøðuliðið stutt:
Eg havi ikki sæð teir í ár. Teir kempa nógv, men teir eigur man so at vinna á heimavølli.

Hvat væntar tú, úrslitið verður leygardagin millum NSÍ og FC Suðuroy?
3-0 til NSÍ.

Hvønn skulu vit spyrja næstu ferð?
Benny Hansen

Líknandi tíðindi