Jann Ingi – dagsins maður móti ÍF


Síðani minniliga 5-3 dystin móti ÍF fríggjakvøldið 28. mai hava tit havt høvi at velja dagsins mann móti ÍF.

Helst skuldu vit valt allar sum ein til hendan heiður hesu ferð sum tøkk fyri megnaravrikið í Fuglafirði.

Men valið fall á miðvallarstríðsmannin Jann Inga Petersen. Jann Ingi fekk 21% (72 atkv.) av teimum 335 givnu atkvøðunum. Hetta er størsta tal av samlaðum atkvøðum higartil.

Nummar tvey gjørdist Karoly Potemkin, sum frá løtuni, hann varð skiftur inn, spældi ein týðandi leiklut í sigrinum. Hann fekk 14% (47 atkv.)

Og nummar trý við 12% (41 atkv.) gjørdist liðskiparin Christian Høgni Jacobsen, sum heldur áfram at plága og pína verjurnar kring landið.

Vit ynskja Jann Inga tillukku við sigrinum, og ynskja honum og øllum hinum góða eydnu móti FC Suðuroy við Løkin í morgin kl. 15.00.

Eftir dystin verður opnað fyri nýggjari atkvøðugreiðslu.
[singlepic id=1317 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1320 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1339 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1360 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1361 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1362 w=320 h=240 float=]
[poll id=”9″]

Líknandi tíðindi