Líknandi tíðindi
Seyðaseðilin 2023 er trektur!
Seyðaseðilin 2023 er trektur, og tit síggja vinnarnar á myndini, ið er viðheft. NSÍ takkar fyri stuðulin. SAMAN STANDA VIT STERK!
Steypafinalu-vikuskifti!
Í morgin, leyagrdagin 07.oktober, er stórt steypafinalu-vikuskfiti á Tórsvølli. Í NSÍ hava vit tvey lið í finalunum. Eina liðið er í U17 dreingja finaluni, meðan tann seinna finalan hjá NSÍ, er steypafinalan hjá kvinnunum! Í U17 dreingja finaluni er HB mótsstøðu liðið hjá NSÍ. Dysturin byrjar kl 16:00. Í finaluni hjá kvinnunum er tað KÍ,…
Nógvir ungir NSÍ-arar hava spælt sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá NSÍ.
Higartil í ár so hava fleiri leikarar leikt sín fyrsta dyst fyri besta liðnum hjá NSÍ. Talan er um ungar leikarar, sum eru komnir upp í gjøgnum ungdómsrekkjurnar, og sum nú fáa møguleikan á besta liðnum hjá NSÍ. Vit kunnu nevna hesar, sum í ár hava spælt sínar fyrstu minuttir á besta liðnum: Áron Høj,…
U10b komu væl frá byrjan
U10b-dreingir hjá NSÍ byrjaðu kappingarárið í dag í Klaksvík. Teir komu væl frá byrjan, og teir spældu væl. Teir vunnu 4 dystir, spældu ein javnt og taptu ein. Liðið: Jonn, Jákup, Alex, Trygvi, Hans, Ragnhard og Jóhannus. Venjarar eru Rógvi Poulsen og Remus. Komandi vikuskifti skal liðið til Vágs at spæla.
Tilmeldingardagur
Tað liggur í heitinum, at eitt limafelag verður skapt av limum. Seinnu árini er meira og meira gjørt burturúr at markera byrjanina av fótbóltsárinum, og í ár verður tað størri enn nakrantíð áður! Skipað verður fyri kappingum, spølum, tónleiki og øðrum, soleiðis at øll í og kring NSÍ kunnu koma og hugna sær, samstundis sum…
Leikskráin til dystin í kvøld kl. 18.00 við Løkin, NSÍ – Víkingur
Les formansins orð um dagsins dyst í móti Víkingi. Terji Vestergaard hugleiðir og vísur á týdningin av at “Her havi eg tað gott, her kenni eg meg heima”. SAMAN STANDA VIT STERK! Leikskráin, TAK NIÐUR