Sjeyndi sigurin á rað: NSÍ – FC SUÐUROY 2-1

Lagt var upp til spennandi dyst við Løkin í dag, nú FC Suðuroy kom á vitjan. Suðuroyingar liggja niðast í deildini, men hava víst, at teir kunna spæla upp til øll liðini í deildini, og skulu tí avgjørt ikki undirmetast. Líkindini at spæla vóru góð, turt og eitt lítið lot høgt.

Okkara lið var broytt eitt sindur í mun til undanfarnu dystir. Einar hevur verið sjúkur í vikuni, og tí spældi Heðin á vinstra bakki, og Debes spældi so vinstri vongur.

Dysturin byrjaði væl fyri okkara menn, og komu vit til møguleikar beinanvegin í dystinum. Í øðrum minutti er NSÍ í álopi, sum endar við, at Jann Ingi leggur ein bólt inn til Klæmint, sum gerst akkurát ov stuttur til at avslutta.

Tá íð tíggju minuttir vóru leiktir, er NSÍ aftur í álopi, Jústinus spælir væl saman við Jann Inga, sum endar við, at Jústinus stingur bóltin innum verjuna hjá suðuroyingum, har ið Christian Høgni hevur runnið seg í góða støðu, men málmaðurin er fyrstur á bóltinum.

Í 16. minutti leggur NSÍ seg á odda við máli frá Klæminti. Jústinus, sum var rættuliga vælupplagdur í dag, vinnur bóltin frá Obi Charles nakað frammanfyri miðjuna úti í høgru síðu, setir ferð á  og leggur innfyri til Klæmint, sum smekkar til, málmaðurin hálvbjargar, men Klæmint er skjótur á returinum og skjýtur bóltin uppundir nettakið, og so er støðan 1-0 til NSÍ. Eitt sera gott mál av Klæminti, sum eisini spældi sera væl í dag.

Løtu seinni  er Jónhard komin framvið í høgru síðu og leggur ein bólt tvørtur um til Debes, sum lobbar bóltin innum FC Suðuroya verjuna, har Klæmint er millimetrar frá at skora.

Besta møguleikan fekk Christian Høgni, sum gerst einsamallur við málverjanum. Hann lobbar bóltin uppum málverjan og við síðuna av málinum, ein sera stórur málmøguleiki.

FC Suðuroy hevði ikki teir stóru málmøguleikarnir í fyrra hálvleiki, men eftir eitt hornaspark verður ein bóltur skallaður upp í loft og dettur niðurá tvørtræið.

Um fyrra hálvleik er at siga, at NSÍ var spælstýrandi og komu til góðar málmøguleikar, har ið tann eini gav mál. Suðuroyingar lógu aftarlaga á vøllinum og spældu við longum sendingum fram í álopið.

Í seinna hálvleiki vóru gestirnir væl meira við í dystinum, tó fingu vit tann fyrsta málmøguleikan. Jann Martin og Christian Høgni spæla væl sínámillum, hettar endar við, at Jann Martin gerst púra fríur og skjýtur, men málverin bjargar meistarliga.

Tá ið umleið 60 min. vóru leiktir, hevur Jón Krosslá Poulsen eitt gott skot beint yvir málinum. Hesa løtuna hevði FC Suðuroy fleiri hornaspørk og trýstu fyri at fáa útjavnandi málið, men tað gjørdist ikki rættuliga vandamikið.

Tá ið 75 min. eru leiktir, er aftur mál til NSÍ. Ein høgur bóltur kemur innum suðuroyarverjuna til Debes, sum gerst einsamallur við málverjanum og smekkar til, so er støðan 2-0 til NSÍ. Eisini eitt sera gott mál av Debusi, sum hevði fingið møguleikan frá byrjan í dag.

Í 76. min. fer  Jann Martin út, og Erland kemur inn. Í 83. min. fer Klæmint út, og Ólavur kemur í hansara stað.

Annars gekk javnt á, og tað kendist, sum um at NSÍ hevði tamarhald á dystinum, men tá ið 89 minuttir vóru leiktir, kom eitt sindur av spenningi aftur í dystin, tá ið Jónhard fellur ein FC Suðuroy leikara inni í brotsteiginum. Petur Peinert dømir brotsspark. Jón Krosslá setir bóltin trygt í netið til 2-1, og so var eitt sindur av spenningi aftur í dystinum.

Men einki mál kom avtrat og dysturin endaði tí 2-1, og sigursgongdin hjá okkara monnum heldur fram. Hesin sigurin var tann sjeyndi í røðini. Flott arbeiði dreingir!

Næsti dystur verður mikukvøldið í Sarpugerði ímóti Víkingi.

NSÍ – FC Suðuroy 2-1 (1-0)

1-0    16 min. Klæmint Andrasson Olsen

2-0    75 min. Debes Danielsen

2-1    89 min. Jón Krosslá Poulsen (br)

Liðið: András Gango, Jóhan Troest Davidsen, Jens Joensen,  Jónhard Frederikberg, Jústines R. Hansen, Jann Ingi Petersen, Jann Martin Mortensen(76 min. Erland B. Danielsen) , Heðin á Lakjuni, Debes Danielsen, Christian Høgni Jacobsen og Klæmint A. Olsen(83 min. Ólavur í Ólavstovu). Á beinkinum uttan at koma inn: Per Langaard; Einar Hansen og Kristian Joensen.

Dystarfrásøgnina hevur Marnar Pattinson skrivað
[nggallery id=39]

Líknandi tíðindi