|

Stór gospel konsert á Eystanstevnu


Fríggjakvøldið 18 juni, á Eystanstevnu, skipar NSÍ fyri stórari gospelkonsert í Løkshøll í Runavík. Talan verður um eina sera forkunnuga konsert, har Hallur Joensen, Sirikit Jacobsen, TOS og trioin Bill Justinussen, Torbjørn Jacobsen og Jógvan á Lakjuni, luttaka.

Sum nakað heilt serligt, fáa áhoyrarnir høvi til, fyri fyrstu ferð, at hoyra Hall Joensen framføra úr sínum Country gospel repertoire. Annars hevur Hallur Joensen áður framført gospel saman við Kristinu Bærentsen til ymisk tiltøk, og verður Kristina eisini ein partur av framførðsluni hjá Halli hesa ferð.

Sirikit Jacobsen hevur júst givið vælumtóktu fløguna “Lyftið” út,  og hava sangir av hesari fløgu verið nógv at hoyrt seinastu tíðina í luftmiðlunum.

TOS, við Bárði á Lakjuni á odda, hevur seinastu tíðina verið nógv at hoyrt á ymiskum tiltøkum, seinast á Fjarðafestivalinum, og fingu teir framúr góð ummælir, serliga fyri teirra sera kreativu framførðslu. TOS er á veg við nýggjari fløgu, sum kemur út seinni í summar.

Bill Justinussen og Torbjørn Jacobsen hava sungið saman til fleiri tiltøk seinastu árini, og hava til hesa konsertina fingið Jógvan á Lakjuni at leika á klaverið saman við teimum.

Í steðginum verður høvi at keypa kaffi og okkurt gott afturvið.

Fyrireikararnir vænta nógv fólk til konsertina, og vegna avmarkaða atgongd, heita teir á fólk um at keypa sær atgongumerki í góðari tíð.

Tiltakið verður í Løkshøll fríggjakvøldið 18. juni kl. 21.00, og atgongumerkir á 150 kr. fáast til keyps í forsølu í kunningarstovuni í Runavík og við dyrnar 1 tíma undan konsertini.

Líknandi tíðindi