Debes – dagsins maður móti FC Suðuroy


Síðani 2-0 sigurin á FC Suðuroy leygardagin hava tit havt høvi at velja dagsins mann í dystinum.

Valið fall á Debes Danielsen, ið spældi við frá byrjan og skoraði eitt fínt mál. Debes fekk 23% (47 atkv.) av teimum 201 givnu atkvøðunum. Samlaða talið av atkvøðum er nokkso høgt, tá havt verður í huga, at bert tríggir dagar eru gingnir síðani dystin. Debes var eisini ovaliga á listanum, tá hann so minniliga varð skiftur inn móti B36 í Havn og skjeyt tvey mál.

Nummar tvey og trý gjørdust Jann Ingi, 18% (37 atkv.), sum hevur fingið sær fast pláss ovaliga í atkvøðugreiðsuni, og Klæmint, 16 % (32 atkv.), sum eisini fleiri ferðir hevur ligið í oddinum.

Vit ynskja Debes hjartaliga tillukku við heiðrinum, og ynskja honum og øllum hinum góða eydnu móti Víkingi í kvøld kl. 18 í Gøtu.

Eftir dystin verður opnað fyri nýggjari atkvøðugreiðslu.
[singlepic id=1523 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1524 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1525 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1528 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1529 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1550 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1561 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1690 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1691 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1696 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1705 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1706 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1707 w=320 h=240 float=]
[poll id=”10″]

Líknandi tíðindi