8 á rað og liggja nummar 1!

NSÍ vann í dag ein týðandi 3-2 sigur á Víkingi í Gøtu. Hetta var áttandi sigurin á rað. HB spældi javnt á Argjum, og hevur hetta við sær, at NSÍ er nýtt oddalið í Vodafonedeildini við betri málúrtøku enn HB.

Tað var nógv forlangað, at okkara menn skuldu fara inn til Gøtu og taka øll stigini frá einum Víkingaliðið, sum í seinastuni hevur verið óheppið í fleiri dystum.

Men kenslan var kortini góð áðrenn dystin, tí við sjey sigrum á rað í skjáttuni, virkaði tað so náttúrligt og trygt at síggja okkara menn fara inn á vøllin, sjálvt um tað var í Gøtu. Vit eru komin at vænta gott spæl frá teimum, og tað fingu vit eisini.

Klæmint var sera væl upplagdur í dag. Longu teir fyrstu fáu minuttirnar hevði hann tveir hálvar kjansir. Og í sjeynda minutti varð mál. Einar tók eitt langt innkast úr vinstru síðu, og Klæmint høvdaði afturum seg og beint í málið. 1-0 til NSÍ.

Spælið aftaná málið var merkt av, at Víkingur royndi seg við langum sendingum fram til teir lívligu ungu mennirnar har frammi. Eina mest eyðsýndur var Hjartvard Hansen. Hetta gav NSÍ fleiri kontramøguleikar.

Súni Olsen var allan dystin ein hóttan við sínum deyðbóltum. Víkingur hevði vandamikil hornaspørk og nógv fríspørk miðskeiðis á NSÍ-hálvuni. Í 16. minutti tók Súni horna úr høgru síðu, og Finnur høvdaði beint við síðuna av.

Í 19. minutti javnaði Víkingur. Eitt innlegg úr vinstru síðu varð høvdað tvørtur um aftur, og Sølvi Vatnhamar setti so bóltin í málið.

NSÍ royndi at fáa leiðsluna aftur og kom til fleiri kjansir. Fleiri ferðir varð dømd rangstøða, og aðrar ferðir tók Géza bóltin.

Í 35. minutti varð mál til NSÍ. Eitt sera væl spælt álop endaði við samanspæli inni í 16 metrinum. Christian Høgni var staddur mitt fyri málið nakað úti í brotsteiginum og skoraði trygt.

Víkingur fekk okkurt fríspark aftrat nokkso langt úti, tó uttan úrslit. Hálvleiksstøðan var 2-1 til NSÍ.

NSÍ byrjaði betri í øðrum hálvleiki. Klæmint var aftur sera lívligur, og fyrstu 5 minuttirnar hevði hann ein góðan túr frameftir, eitt skot úr høgru síðu og ein góðan kjans mitt fyri eftir gott arbeiði av Christian Høgna. Christian Høgni hevði ein kjans í 52. minutti, sum fór upp um Víkingamálið.

Í 54. minutti hevði Víkingur enn eitt fríspark, sum endaði í 6-mannamúrinum hjá NSÍ. NSÍ hevði fleiri góð álop hesa løtuna uttan at tey góvu úrslit.

Góða byrjanin hjá NSÍ í seinna hálvleiki hevði við sær, at spælið hjá Víkingum skiftið nakað. Í fyrra hálvleiki høvdu teir roynt seg við langum sendinum til teir skjótu mennirnar har frammi, men nakað inn í seinna hálvleik gjørdust teir harðari – ivaleyst í einari roynd at steðga spælinum hjá NSÍ.

Tað var kanska undrunarvert, at Víkingur vísti seg at fáa fleiri fríspark enn NSÍ hesa løtuna, hóast Víkingur vísti seg at spæla harðrari, men lat tað fara.

Í 75. minutti kom Erland inn fyri Klæmint, ið hevði stríðst sera væl allan dystin, og Erland streyk avstað í høgru síðu, og mundi fingið prikað bóltin í mál beinanvegin.

Trýstið frá Víkingi øktist sum fráleið – Súni hevði eitt vandamikið skot, sum András stórbjargaði í 78. minutti. Í 81. minutti gav trýstið hjá Víkingi úrslit. Ein bóltur varð skotin tvørtur gjøgnum 5-meturin hjá NSÍ, og endaði hann tíverri í málinum.

Spenningurin var øgiligur, og menn á báðum liðum tóktust troyttir eftir ein harðan og ferðmiklan dyst. Men onkursvegna setti Heðin í 85. minutti ferð á í vinstru síðu og spældi inn til Christian Høgna, sum var ósvikaliga tryggur beint frammanfyri málinum. 3-2!

Nú skuldi tíðin ganga sum skjótast. Karoly kom inn fyri Christian Høgna í yvirtíðini, sum ongan enda vildi takað. Seinastu løtuna var eitt ávíst Víkingatrýst, men gav hetta eisini NSÍ kontramøguleikar.

Frøin á nógvu NSÍ-viðhadsfólkunum var stór, tá dómarin blásti dystin av. NSÍ hevði vunnið enn ein søguligan sigur – tann 8. í røðini – og gerst hann ikki verri av, at hann var í Gøtu móti Víkingi.

Á veg avstað frættist, at HB hevði spælt javnt á Argjum, og at NSÍ tí hevur lagt seg á odda í Vodafonedeildini við betri málúrtøku enn HB.

Hesar vikurnar síðani seinasta tapið hjá okkum í Havn tann 18. apríl hava verið minniligar. Vit hava við 8 sigrum á rað tikið túrin frá aftasta plássi og einum stigi upp á fyrsta pláss og 25 stig.

Okkara menn komu til ein truplan dyst á útivølli í dag, men vístu gott spæl og ágrytni. Teir vóru disiplineraðir í verjupartinum og kreativir í álopunum.

Nú líta vit spent fram til dystin móti HB nú leygardagin á Eystanstevnu. Eitt er vist – karmarnir um ein toppdyst kunnu neyvan hugsast betur.

Víkingur-NSÍ 1-2 (2-3)
1-0  7 min. Klæmint A. Olsen
2-0 19 min. Sølvi Vatnhamar
2-1  35 min. Christian Høgni Jacobsen
2-2  81 min. sjálvmál
2-3  85 min. Christian Høgni Jacobsen

Liðið: András Gango, Einar Hansen, Jens Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Jónhard Frederikberg, Jústines R. Hansen, Jann Ingi Petersen, Heðin á Lakjuni, Debes Danielsen (58 min. Jann Martin Mortensen ), Christian Høgni Jacobsen (92 min. Karoly Potemkin) og Klæmint A. Olsen (75 min. Erland B. Danielsen)
[nggallery id=46]

Líknandi tíðindi