|

Úr skotgrøvini: Ingi Samuelsen, HB


Undan dystinum í kvøld hava vit spurt ein fjeppara hjá mótstøðuliðinum nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Ingi Samuelsen.

Navn og aldur?
Ingi Samuelsen, 48 ár.

Spældi tú sjálvur? Hvar á vøllinum?
Plagi at siga, at eg var eykamaður á b-liðinum. Eg spældi við HB í yngru deildunum, oftast úti í høgru síðu.

Tín yndisleikari hjá HB?
Mær dámar væl spælarar, sum spæla við hjartanum, so í løtuni er tað Hans á Lag. Hann dugir at fáa tær fjaldu styrkirnar fram á liðinum, tá tað er neyðugt. Tað er spell, at hann ikki hevur fingið nakran kjans á landsliðinum.

Størsta løtan sum HB-fjeppari?
Tað má vera, tá vit blivu meistarar árið, tá HB hevði 100-ára jubileum, í 2004. Jubileumsárið og veitslan, sum var tá, vóru minnilig.

Í kvøld møta tit NSÍ. Lýs mótstøðuliðið stutt.
NSÍ seti eg í samband við spælarar, sum hava hjartað á røttum stað. Nógvar góðar lokalar kreftir mynda liðið. Júst í ár má man kanska serliga nevna Christian Høgna.

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum í kvøld?
Christian Høgni hjá NSÍ ella Andrew hjá HB fara at avgera dystin – um vit fáa ein vinnara í kvøld.

Hvat væntar tú, at úrslitið verður í kvøld millum NSÍ og HB?
Eg eri bangin fyri einum javnleiki, hægst 1-1. Eg vóni sjálvandi, at HB vinnur, men 1-1 er kanska eitt meiri realistiskt úrslit. Tað kann vera, at NSÍ-leikararnir eru eyka uppsettir tí tað er stevna.

Líknandi tíðindi