|

Komið og gerið Argjabygd gula!


Á Argjum spælir AB í sínum vøkru bláu og lillafarvaðu búnum. Gamaní, litirnir eru vakrir – men okkurt manglar.

Í morgin hava vit høvi at geva teimum eitt sindur av “summargulum” hendan seinasta dystin fyri summarsteðgin.

Hesaferð lova vit tykkum ikki ókeypis lutaseðlar afturfyri, at tit vísa litirnar hjá felagnum.

Men við tykkara stuðli kunnu tit gerast partur av enn einum góðum úrsliti hjá okkara dreingjum.

Dysturin byrjar kl. 17 á Argjum. Be there!

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi