NSÍ landsliðsleikararnir komnir til Newcastle


Sum kunnugt skulu U-15, U-17 og U-19 landsliðini á venjingarlegu í Newcastle í komandi viku. Ferðalagið fór úr Føroyum í dag kl 11.45 og lendu á flogvøllinum í Newcastle kl 13.30. Dreingirnir byrja fyrstu venjingina í dag kl 16.00.

Eftir eina góða máltíð verður farið at hyggja eftir HM finaluni. Heimasíðan hjá NSÌ er við á ferðina og tóku vit hesa myndina á flogvøllinum í Newcastle av okkara ungu landsliðsleikarum.

Frá vinstru: Betuel (U15), Leivur (U15), Meinhard (U15), Pætur (U17), Àrni (U19) og Kristian (U19)

Heimasíðan fer at fylgja við venjingarleguni í Newcastle og kappingini í Aberdeen í næstu viku.

Líknandi tíðindi