Undómslandsliðini spælt venjingardystir í Newcastle


Fyrstu venjingardystirnir hjá U-15, U-17 og U-19 vóru leiktir í gjár móti úrvalsliðum úr Newcastle umráðnum.

U-17 liðið legði fyri kl 18.00. Dysturin varð leiktur á Blue flames, sum er eitt øki við fleiri grassvøllum og eisini einum innandura graslíkisvølli. Enska liðið var samansett av leikarum frá ymiskum smáum fótbóltsliðum, sum eru sokallaðir “feeding clubs” til høvuðsfelagið Newcastle United. At leikarnir koma frá “feeding clubs” merkir at hesir mest sannlíkt seinni, gerast partar av besta liðnum hjá Newcastle

Talan var um ein rímuliga javnan dyst. Teir føroysku leikarnir stóðu einki aftanfyri ensku leikarnir hvat tekniskum og taktisktum skili viðvíkur. Kanska vóru ensku leikarnir nakað betri fyri kropsliga. Hálvleiksstøðan var 0-0. Ì seinna hálvleiki fingu liðini hvørt sítt mál so dysturin endaði 1-1. Føroyska málið skoraði Magnus Egilsson.

Málverji okkara Pætur Høj byrjaði í málinum og hann stóð væl ta tíðina hann var inni. À U-17 liðnum eru tríggjir málmenn og avtalað at teir fingu líka nógv av spælitíð

Venjarinir Àki Johansen og Pól F. Joensen vóru væl nøgdir við avrikið hjá U-17 dreingjunum.

U-15 liðið leikti sín dyst kl 19.00 í eini innadura fótbóltshøll beint við síðuna av har U-17 hevði leikt. Dreingirnir spældu ein sera góðan dyst, móti ein úrvalsliði frá Newcastle. Ensku leikarnir vóru allir 14 ára gamlir. Flestu av okkara  dreingjum eru í aldrinum 13-14 ár.

Dreingirnir vístu sera gott fótbóltspæl við góðum samanspæli. Verjan stóð trygg og miðjan stríddist væl. Bæði tekniskt, taktisk og fysiskt vóru okkara dreingir fult á hædd við ensku leikarnir. Tekniskt vóru okkara kanska betri. Hálvleiksstøðan var 0-0.

Ì seinni hálvleiki helt sama góða gongdin fram og skaptu dreingirnir fleiri vandamiklar støður í enska brotssteiginum. Um miðjan seinna hálvleiki skoraði Brandur Olsen eitt sera gott mál. Staddur stutt uttan fyri enska 16 meturin langaði hann til og bólturin fór hart uppundir nettakið uttan at enski málverjin kundi gera nakað. Eitt sera gott avrik av Brandi.

Føroysku leikarnir vóru nær við at skora tvey mál afturat. Jóhannes Hansen hevði gott skot sum varð bjargað á strikuni og Meinhard var nær við eftir gott innlegg úr høgru. Dysturin endaði 1-0 til Føroyar.

Allir 20 leikarnir sum eru í U-15 hópinum fingu spælitíð. Samanumtikið eitt frálíkt avrik sum venjarnir Eli Hentse og Mathias Davidsen vóru sera væl nøgdir við.

U-19 landsliðið byrjaði sín dyst kl 19.45. Dysturin var eisini móti leikarum úr Newcastle økinum. Leikliga stóðu okkara dreingir einki aftanfyri ensku leikarnir. Munurin var serliga hvat kropsførlieka viðvíkur, men havast skal í huga at ensku leikarnir vóru eldru enn okkara leikarar. Hálvleiksstøðan var 2-0 tilensku leikarnar.

Ì seinna hálvleiki føroyingarnir snýtti fyri mál. Àrni Frederiksberg sendi eitt gott skot móti málinum. Enski málverjin megnaði ikki at halda bóltinum og bólturin var innafyri men enska dómarfloytan tagdi. Tá umleið 10 min vóru eftir fekk Føroyar útjavnað til 2-1. Málið varð eitt gitt langskot frá Ivan Joensen. Føroyingarnir løgdu eitt trýst á enska málið men tíverri fekk enska liðið eitt mál afturat beint áðrenn dystarlok. Føroysku venjarnir Àbraham Løkin og Meinhard Dalbúð vóru vælnøgdir við føroyska avrikið.

Ì dag skulu liðini ikki leika nakran venjingardyst. Løtt venjing er í morgun og kl 13.30 í dag fara øll liðini út á St. James Park har rundvísing er á skránni og seinni ein túr í býin at shoppað.
[nggallery id=60]

Líknandi tíðindi