U-15 vunnu vinardystin móti Falkirk FC

 

Ì kvøld leiktu U-15 dreingirnir ein vinardyst móti Falkirk. Talan var um ein rímuliga javnan dyst, har Føroyar høvdu spælyvirvágina í fyrra hálvleiki, og har tað eisini eydnaðist Pól Ingason at skora einsamalla málið í dystinum. Ì seinna hálvleiki vóru okkara dreingir undir stórum trýsti og var tað ikki fyri ein stórspælandi Aksel Berg í føroyska málinum, kundi úrslitið verið øðrvísi.

Ì annaðkvøld kl 19.00 spæla U-15 dreingirnir móti Birmingham City.

Niðanfyri eru myndir frá vinardystinum í kvøld. Sum sæst á myndunum høvdu okkara dreingir skotskar viðhaldsfjepparar bæði so og so.

[nggallery id=71]

Líknandi tíðindi