U-17 fekk javnleik og U-15 tapti

Aftur í dag hava U-17 og U-15 liðini spælt í AIFF  kappingini í Aberdeen.

U-17 spældi móti Dundee United FC og dysturin endaði javnur 2-2. Føroysku dreingirnir spældu ein góðan dyst og kundi gott havt vunnið dystin. Skotarnir vóru effektivari enn føroyingarnir og skoraðu uppá sínar málmøguleikar.

Fyrsta málið hjá Føroyum skoraði Jákup Sveinbjørn Olsen, meðan tað seinna var sjálvmál.

U-15 tapti sín fyrsta dyst í kappingini tá liðið tapti 2-0 móti Birmingham City. Veðrið var keðiligt -regn og rættuliga fitt av vindi. Birmingham hevði vindin undan í fyrra hálvleiki og skoraðu bæði málini í hesum hálvleikinum. Fyrra málið kom eftir mistak millum málverja og verjuleikara meðan seinna málið kom eftir hornaspark.

Samanumtikið var sigurin hjá ensku dreingunum fult uppiborin. Teir vóru kropsliga sterkari og høvdu leikliga yvirvág mest sum allan dystin. Føroysku dreingirnir virkaðu eisini nakað troyttir.

Ì morgin spælir U-15 móti Albion FC sum er fremsta liðið í bólkinum sum føroyingarnir eru í.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá U-15 dystinum í dag.

[nggallery id=73]

Líknandi tíðindi