Heilsan úr Århus

NSÍ-Piltar luttaka á Århus Football Festival
Skrivað hava: Eyð/Hjalti

NSÍ-piltar fóru mánadagin til Danmarkar at luttaka á Århus Football Festival

Farið var úr Runavík við bussi til flogvøllin, har flogið var víðari til Ålborg, komu til Skovbakken ítróttar-kompleksið uml. kl. 22.00
Dreingirnir spældu fyrsta dystin seinnapartin dagin eftir ímóti Lystrup IF, men mótstøðan var ov stór, og teir taptu dystin 7-1, men tó skal sigast, at dreingirnir stríddust væl og góvu ikki upp, fyrr enn dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð. Málskorðari var Ovi Berg. Vit høvdu enn ein mótstøðumann, og tad var tann nógvi hitin og sólin.

Seinni sama kvøld var setanin, og teir hugnadu sær óført, medan rock orkestrið Medley Crew spældi á pallinum. Umleið 3500 luttakarar úr aldrinum 10 til 17 ár eru við.

Mikudagin spældu piltarnir tveir dystir. Tann fyrri var ímóti London Elite, sum eisini var ov stórur biti fyri okkara dreingir at gloypa, og teir taptu dystin tískil 9-0.

Tó skal sigast, at fyrra helvt av fyrra hálvleiki stóðu teir seg sera væl, men stríðið kostaði nógv, og møðin gjørdi um seg, og bleiv tað til fleiri feilir, sum kostaðu mál.

Seinni dysturin var ímóti einum ukrainskum liði, sum eisini var sera gott, og taptu vit tann dystin 7-1, úrslitið boðar ikki beinleiðis frá leikgongdini, tí í fleiri førum vóru okkara dreingir nær við at skora. Málskorðari var Jákup Højgaard.

Seinni sama kvøld var karaoke/diskotek, og okkara menn smæddust ikki burtur, teir vóru fleiri ferðir á pallinum. Vit endadu sum ikki einaferð kvøldið vit sanginum ”Bølle Bob”

Ímorgun eru vit so bólkað av nýggjum, og var mótstødan meira jøvn. Dysturin ímóti B93 endaði vid javnleiki 3-3. Okkara dreingir vóru á odda í hálvleikinum 3-2. Málskorðarar vóru Eli Joensen, Jóhann Gaardbo og Pætur Geyti.

Ídag var veðrið vid okkum. Meira sokallað føroyskt vedur. Seinnapartin fara vit í Tivoli at hugna okkum. Annars er lagið í ferdalagnum super gott.

Sí myndafrásøgn frá ferðini.
[nggallery id=80]

Líknandi tíðindi