Søtur sigur við Løkin: NSÍ-B36 4-3


Við uppibornum sigri á B36 við Løkin í kvøld varðveitir NSÌ oddastøðuna í Vodafonedeildini.

Veðurlíkindini til fótbóltsdyst vóru góð. Sirm og eitt lítið lot longs eftir vøllinum. NSÌ stillaði upp við Gango í málinum, Johan og Jens í miðverjuni, Einar og Jonhard á bakkunum, Jústines og Jann Ingi sentralt á miðjunu, Jann Martin og Heðin á kantunum, Christian Høgni hangandi áleypari og Klæmint fremstur maður. Ì mun til B68 dystin í farnu viku, var Johan tøkur aftur. Heðin var á vinstra kanti og Einar aftur á vinstra bakki. Bogi byrjaði úti óivað av skaðanum hann fekk í B68 dystinum.

NSÌ fekk eina frálíka byrjan uppá dystin og leggur seg longu í 3 min á odda 1-0. Heðin móttekur bóltin á egnari hálvu. Rennur so allan vegin fram í vinstru síðu. Staddur umleið við 16 metra markið B36 megin, sendir hann eina góða avlevering til Christian Høgna mitt fyri. Christian sneiðir fyrst ein B36 verjuleikara av og langar so til bóltin við einum góðum hørðum skoti bóltin í málið til 1-0.

Bert tveir min seinni er B36 um at javnað. Ein góður bóltur verður sendur úr vinstru inn í NSÌ brotsteigin. Har er Símun Joensen hægstur og høvdar bóltin dygst úti við stólpan, men Andras tveitir seg og stórbjargar.

Tað fyrstu 15 min var spælið rímuliga javnt. Leikferðin var høg og bólturin ferðaðist skótt millum hálvurnar. Sum tíðin leið út í fyrra hálvleiki, setti B36 seg meira og meira á dystin. Umstillingin frá verju til álop gekk skjótt fyri seg og teir skaptu fleiri nask álop. Tí var tað ikki óuppiborið at teir javnaðu til 1-1, tá 20 min eru leiktir.

B36 fær fríspark nakað uttanfyri NSÌ brotsteigin nakað til vinstru. Bólturin verður lyftur høgt inn í máløkið og har er Jóhan so óheppin at beina bóltin í egið mál. Hetta gav B36 mót og teir vóru vandamiklir tær ferðirnar teir umstillaðu frá verju til álop.

Beint fyri hálvleik leggur B36 seg á odda 2-1. Teir fáa eitt ógvuliga bíligt fríspark beint uttanfyri 16 metra strikuni høgrumegin. NSÌ ger manngarð, men Christian R. Mouritsen skrúvar bóltin hegnisliga upp um manngarðin og upp í handara horn. Eitt frálíkt mál og einmansavrik. Christian er ein sera vandamikli frísparkskjútti hjá B36 – tað vísti hann týðuliga í kvøld.

Hálvleikstøðan var 2-1 til B36.

Pauli Poulsen – NSÌ venjari valdi at gera tvær útskiftingar í hálvleikinum. Einar sum fekk ein snudd í fyrra hálvleiki fór út og Bogi kom inn og Jann Martin fór út og Debes inn.

NSÌ setti seg á seinna hálvleik frá byrjan av. Ì 48 min hevur NSÌ innkast í høgru síðu. Jonhard kastar eitt av sínum longu innkøstum. Jóhan snittar bóltin við høvdinum til Boga í vinstru síðu, men óheppið fyri Boga rakar hann á stongina.

Tað góða tolna spælið og stríðsviljin, soleiðis sum vit kenna liðið frá fleiri av undanfarnu dystunum í ár, kom nú rættuliga til sjóndar. Tað lá líkasum í luftini at NSÌ fór at fáa útjavnandi málið. B36 royndi at taka ferðina burturúr dystinum heilt frá seinna hálvleiksbyrjan. Um tað var ein klók avgerð skal ikki dømast um, men tað kann kosta, tí tá gevur ein mótstøðuliðnum fyritreytirnar at skapa dystin. Hetta dugdi NSÌ at gagnnýta til fulnar.

Ì 63 min javnar NSÌ til 2-2. Eftir fleiri hornaspørk upp í slag sendir Heðin ein góðan bólt innfyri. Christian Høgni rennur móti Heðin og dregur B36 verjuleikarar við sær. Bólturin endar hjá Johan, sum ivalysur langar bóltin í netið. Tað mátti kennast gott hjá Johan at javnað eftir at hann var so óheppin í fyrra hálvleiki at gera sjálvmál. Flott Johan væl komið aftur.

Ì 65 min er Christian Høgni um at leggja NSÌ á odda. Hann sneiðir fleiri B36 verjuleikarar av sær í vinstru síðu. Komin árakað B36 brotsteigin langar hart til bóltin men tíverri rakar bólturin stongina og útaftur í leik – svartasta óhepni.

Ì 74 min leggur NSÌ seg á odda 3-2. NSÌ fær fríspark úr 25 metra fjarstøðu nakað til vinstru. Jann Ingi verður settur at skjóta. Hann ger ikki mætari enn at skrúvað bóltin uppum B36 manngarðin og bólturin fer hart undir samankomingina vinstrumegin Jóan Paula sum einki kundi gera. Enn eitt super frísparksmál av Jann Inga. Sama bragdið gjørdi Jann Ingi eisini í dystinum móti B68 í farnu viku.

Móti allari leikgongdini javnar B36 10 min seinni. Staddur inni í NSÌ brotsteiginum saksasparkar Jákup á Borg bóltin sum rakar Johan á vegnum og snýtir Gango í málinum.

Ì 88 min fer Kæmint út og Erland kemur inn. Hetta var ein heppin útskifting tí bert tveir min seinni verður Erland matchvinnari. Bólturin verður sendur úr høgru síðu inn í máløkið og framvið øllum leikarunum mitt fyri. Staddur í vinstru heilt úti við málstrikuna fær Bogi høvdað bóltin innaftur fyri málið har Erland er á rætta stað og setur bóltin í netið til endaliðu støðuna 4-3 til NSÌ.

Sæð yvir allan dystin, var tað uppiborið at NSÌ vann. Okkara menn stóðu saman sum eitt lið og trúgvin uppá at stríðast til tað seinasta er ein avgerandi styrki hjá liðnum.

Sum vera man var frøðin sera stór á leikarunum og áskoðarafjøldini, tá Eiler bríkslaði fyri síðstu ferð. Hetta var tólvtu ferð upp í slag at NSÌ fór av vøllinum ósigrað. Av hesum er ein javnleikur og ellivu sigrar. Fantastiskt.

Næsti dystur hjá NSÌ er ímoti B71 heima á Sandi 15 august.

Hagtøl:

NSÌ-B36:  4-3 (1-2)

3 min 1-0: Christian Høgni Jacobsen NSÌ

20 min 1-1: Sjálvmál – Johan T. Davidsen NSÌ

44 min 1-2: Christian R. Mouritsen B36

63 min 2-2: Jóhan Trost Davidsen NSÌ

74 min 3-2: Jann Ingi Petersen NSÌ

84 min 3-3: Jákup á Borg ella sjálvmál ?

90 min: 4-3: Erland B. Danielsen NSÌ

Liðið: Gango, Johan, Jens, Einar (46 min Bogi), Jonhard, Jústines, Jann Ingi, Jann Martin (46 min Debes), Heðin, Christian Høgni og Klæmint (88 min Erland).

Myndir: Adrian Dalsá

[nggallery id=81]

Líknandi tíðindi