Jústinus á landsliðið!


Nógvir leikarar hava givið avboð til dystin móti Estlandi. Týsdagin var tað Súni Olsen, og í dag hava tríggir leikarar afturat boðað frá, at teir ikki kunnu koma við. Atli Danielsen, Høgni Zachariasen og Vagnur M. Mortensen hava av ymiskum orsøkum allir verið noyddir at geva avboð.

Brian Kerr, landsliðsvenjari, hevur tí úttikið Hendrik Rubeksen (HB), Karl Løkin (ÍF) og okkara egna Justinus R. Hansen (NSÍ) ístaðin. Ongin teirra hevur roynt seg á føroyska A-landsliðnum áður.

Við Jústinus er NSÍ harvið liðið, ið hevur flest umboð á landsliðinum í dystinum móti Estlandi. Hinir eru: Bogi, Jóhan, Einar, Jann Ingi og Christian Høgni.

Vit ynskja Jústinus hjartaliga tillukku við úttøkuni, og teimum øllum góða eydnu móti Estlandi mikudagin 11. august kl. 20 lokala tíð.

Líknandi tíðindi