Sannførandi sigur: NSÍ-TB 2-0


NSÍ vann í dag 2-0 á TB í 1. deild.

TB var oddalið áðrenn dystin, og tað var tí umráðandi hjá teimum at vinna fyri at halda seg frammanfyri KÍ og 07 Vestur. Okkara fyrstudeildarlið, ið fyri tað mesta er mannað við okkara evnaríku unglingum, hevur spælt sera nógvar javnleikir í ár og liggur tí í tyngra endanum av deildini.

Í fyrra hálvleiki gekk javnt á. NSÍ hevði nógv av spælinum og kom fram til fleiri møguleikar, meðan TB eisini hevði nakrar vandamiklar atsóknir at NSÍ málinum. Men einki mál kom.

Í seinna hálvleiki hevði NSÍ greiða leikliga yvirvág. Nakað inn í hálvleikin fekk Dan Mortensen hja TB reytt kort fyri harðligt spæl á miðvøllinum, og gjørdi tað støðuna enn truplari fyri útiliðið.

Árni Frederiksberg legði NSÍ á odda miðskeiðis í seinna hálvleiki, og Andrias á Líknargøtu staðfesti sigurin nakað seinni. Bæði málini komu eftir góð innlegg úr vinstru síðu.

Úrslitið hevði við sær, at NSÍ nú er nummar 7 við 22 stigum fyri 18 dystir, meðan TB misti oddasessin og fall niður á eitt triðja pláss við 35 stigum fyri 19 dystir, aftanfyri KÍ og 07 Vestur.

Niðanfyri eru myndir, sum Birita Hansen tók.
[nggallery id=90]

Líknandi tíðindi