STUÐULSRENNING NSÍ 2010

img_5641-1

Mikudagin 1 september kl 18.00 skipar Ungdómsnevndin hjá NSÌ fyri stuðulsrenning fyri tey yngru.

Hvat er stuðulsrenning?

Fótbóltsspælarar (bæði gentir og dreingir) hjá NSÍ fara mikudagin 1. september kl 18.00 at renna so langt sum tey klára í 30 min.  

Hvørjum stuðli eg?

Stuðulin skal brúkast til rakstur av ungdómsarbeiðinum hjá NSÌ

Hvussu stuðli eg?

Tann ið stuðlar, játtar seg at gjalda eitt oyratal fyri hvønn metur, sum leikarin rennur í

30 min.

 Hvussu nógv komi eg at gjalda?

Um eg nú játti at gjalda 4 oyru fyri hvønn meturin, hvussu nógv komi eg so at gjalda?

Siga vit at tann tú stuðlar rennur 5000 metur, verður upphæddin 5000 x 0,04 = 200,-

Hvussu geri eg.

Allir leikarnir fáa fimm oyðibløð í part frá liðvenjarunum. Hesi oyðibløð vera so uppgjørd eftir renningina. Møguleiki verður at gjalda kontant og/ella umvegis peningastovn.

Vinningar:                                                                

Í ítrótti er luttøkan ofta vinningur í sjálvum sær, men Fótbóltsdeildin hevur gjørt  av, at rennarnir skulu eisini hava okkurt at kappast um. Tann rennarin í hvørjum aldursbólki, sum fær størsta oyraupphædd fyri meturin, fær eitt gávukort uppá 250 kr, og tann rennarin, ið rennur flest pengar inn tilsamans í hvørjum aldursbólki, fær ein kassa av sodavatn. 

Eisini vera 5 kassar av sodavatni burturlutaðir ímillum øll tey sum stuðla

Aldursbólkarnir eru hesir:

Børn f. Eftir 2002  (yngri enn 8 ár)

Børn f. 2000-2002  (8-10 ár)

Børn f. 1998-2000  (10-12 ár)

Børn f.1994-1997  (12-16 ár)

NB: Sami rennari kann ikki fáa fleiri vinningar. 

Eftir renningina:

Tá øll eru liðug at renna, fáa vit ábit og okkurt at drekka.

Um veðrið er til vildar, so grilla vit, annars fáa vit okkurt at eta í NSÍ hølinum.

Avarðandi hjá børnunum eru vælkomin at hjálpa til, við at staðfesta/skráseta hvussu langt børnini renna.

Líknandi tíðindi