Stórur familjudagur í Runavík

0


Leygardagin 28. august kl. 09.00 verður stórur familjudagur við allskyns tiltøkum á fótbóltsvøllinum í Rúnavík.

Vit byrja dagin kl. 09.15 við at gingið verður frá vøllinum við Løkin niðan á Toftavatn har ársins vespa verður avdúkað, og kl. 10.00 verður bjóðað til ókeypis morgunmat við ítróttarhøllina.

 

Kl. 11.00 letur stóra hoppilandið upp, vit fylla allan fótbóltsvøllin (6000 fermetrar) við hoppiborgum og øðrum spennandi tiltøkum. M.a. verða hoppiborgir av allskyns slag, togtogan, straffisparkkapping, skjóta uppá serlig mál, sparkikapping, Sumo draktir, Kareoke, El-tarvurin, Gladiator, Gyroskop, Plakatir  við Vodafonespælarum hjá NSÍ, vit grilla allan dagin pylsur, búffar v.m., selja drykkivørur, syngja , Hilmar Jan undirheldur, Gocart-koyring  v.m.

Tú betalur 100 kr. og fært eitt armband, og síðani kanst tú hoppa so nógv, tú orkar allan dagin á øllum hoppiborgum.
Eykakostnaður er tó fyri ávís tiltøk.

Eisini verða plakatir av Vodafonespælarum hjá NSÍ seldar: 1. plakat std. A3 100,- kr ella A4 fyri 50,- kr.

Kl. 11.00    Sparkikapping og straffisparkkapping:  (fartelda,  iPod og fartelefon verður latið vinnarunum) finalurnar verða spældar kl. 16.30 fyri tey yngru og kl. 20.30 fyri tey eldru.

Kl.11.00      Gocart-koyring, (Pauli Nónklett og Jóhan Sigurd Weihe koyra fyrsta túrin) heitt verður á øll  skúlabørn til teirra buss at møta og heppa á Paula ella Jóhan Sigurd.

Kl.11.30    Verður skipað fyri stórari køkukapping. Tríggjar tær vakrastu køkurnar, sum verða útvaldar av eini dómsnevnd, fáa handað diplom, og eigarin av vinnarakøkuni fær handað kekk á 500,- kr. undir tiltakinum. Tey, sum ætla at luttaka í kappingini, skula lata køkurnar inn  í seinasta lagi kl. 10.00. Eftir kappingina ber til at keypa av køkunum afturvið einum góðum kaffimunni.

Kl. 12.00    Vit grilla búffar og pylsur allan dagin.

Kl. 16.00     Togtogan millum Lamba, Søldafjørð, Rituvík, Æðuvík, Glyvrar, Saltangará, Rúnavík og Toftir.
Ferðasteyp verður latið vinnarunum.

Kl. 21.00     Eftir Vodafonedystin á Toftum millum B68 og NSÍ verður møguligt at keypa grillaðar búffar v/sós, salat og eplum fyri 100 kr.

Kl 21.00     Syngið við í teltinum, Sverri,  Arnfinn og aðrir spæla undir, og Hilmar Jan undirheldur. Eisini verður pub kviss.

Kl. 24.00     Gamlamannadansur í teltinum (20 ára aldursmark) Punktum spælir, kostnaður 100,- kr.

Set dagin av til alla familjuna og hav tað stuttligt.

Er ikki veður at verða úti, verður tiltakið flutt (í minni útgávu) inn í ítróttarhøllina.

Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í skránni.

Tiltakið er ætlað øllum lívsglaðum hopparum eldri sum yngri.

Share.

Skriv et svar