András – dagsins maður móti EB/Streymi


Síðani 0-0 dystin móti EB/Streymi við Løkin seinasta fríggjakvøld hava tit havt høvi at velja dagsins mann í dystinum.

Toppskorari hesuferð gjørdist okkara aftasti skansi András við 24% (51 atkv.) av teimum 215 givnu atkvøðunum. András hevði sum altíð fleiri avgerandi bjargingar.

Teir báðir stríðsmennirnir á miðvøllinum, Jústinus og Jann Ingi gjørdust nummar tvey og trý við ávikavist 19% (40 atkv.) og 10% (22 atkv.)

Vit ynskja Andrási hjartaliga tillukku við heiðrinum og ynskja annars øllum liðinum góða eydnu í seinasta dystinum móti EB/Streymi í ár – við Margáir í annaðkvøld kl. 18.00.

Eftir dystin verður opnað fyri nýggjari atkvøðugreiðslu.

Líknandi tíðindi