Javnt oddabrak: EB/Streymur-NSÍ 1-1

1


NSÍ hevur í kvøld spælt javnt 1-1 móti EB/Streymi við Margáir. Málið hjá okkum skjeyt Árni Frederiksberg seint í seinna hálvleiki.

Byrjunaruppstillingin líktist nøkulunda henni, sum vit hava sæð nógvar teir seinastu dystirnar: András, Jónhard, Jens, Jóhan, Einar, Bogi, Jústinus, Jann Ingi, Heðin, Christian Høgni og Klæmint. Á bonkinum vóru Kristian, Per, Erland, Debes og Árni. Jann Martin var leikbannaður.

EB/Streymur byrjaði dystin betri. Teir tóktust meira uppsettir – tað sást beinanvegin, at teir ætlaðu sær øll trý stigini. Hjá NSÍ hinvegin bar lítið til – sjálvt vanligar avleveringar og temjingar vístu seg at vera truplar. Okkurt gott spæl var, men sjálvdan endaði tað við einari beinleiðis atsókn at EB/Streyma málinum.

Jann Ingi hevði eitt skot uppum málið í 6. minutti eftir fríspark frá Einar í vinstru síðu. Men tað var EB/Streymur sum tók leiðsluna, tá Arnbjørn Hansen høvdaði bóltin í málið í 8. minutti.

Næstu 10 minuttirnar royndi NSÍ at flyta spælið longur niðan, men tað vísti seg at vera trupult at fáa bóltarnar framvið Egil og Sorin í verjuni. Klæmint høvdaði eftir innlegg frá einar í 22. minutti, Einar hevur eitt skot langt útifrá í 27. minutti, og Christian Høgni skjeyt útifrá í 31. minutti. Bogi hevði eisini ein kjans í 42. minutti eftir horna, men har var ov tjúkt fyri.

Fyrri hálvleikur var partvís eitt framhald av dystinum í Runavík, har EB/Streymur dugdi væl at forða okkara uppspæli, til tíðir í so kontant, og partvís var hálvleikurin merktur av, at tað var altavgerandi fyri EB/Streym at fáa øll stigini í dagsins dysti. Tá farið varð til hálvleiks sat man við eini kenslu av, at spælið hjá NSÍ hevði ikki riggað serliga væl, og at man kanska skuldi vera nøgdur við, at støðan ikki var verri enn 1-0. András var sera eyðsýndur – vit halda okkum veruliga hava føroya besta málmann í løtuni.

Fleiri av okkara spælarum hava havt smáskaðar at drigist við í seinastuni, og í hálvleikinum varð Debes settur á vøllin fyri Jann Inga. Bogi fór inn á miðvøllin, og Debes út í høgru síðu.

Okkara dreingir vóru sum hamskiftir, tá teir komu út til annan hálvleik. Longu í 48. minutti høvdu Debes og Klæmint eina dupulta skotroynd. Og í 51. minutti høvdu vit tvey fríspørk slag í slag í vinstru síðu. Hetta boðaði frá góðum.

NSÍ leikararnir tóktust nú meiri ágrýtnir allastaðni á vøllinum. Teir løgdu meiri fyri í taklingum, og avleveringar riggaðu, og tað góða spælið kom fram.

Í 60. minutti skjeyt Christian Høgni uppum eftir gott álop við Heðini í vinstru síðu, og Klæmint hevði eina skotroynd eftir jørð í 62. minutti.

Nógva NSÍ trýstið hevði við sær, at NSÍ hevði fleiri royndir á málið næstu løtuna.

Í 78. minutti kom Árni inn fyri Klæmint, ið tóktist nakað darvaður. Árni herjaði við sínum ungu frísku beinum beint á EB/Streyma verjuna, sum var byrjað at síggja nakað tung út. Hetta hevði m.a. við sær eina komiska støðu, har Árni, ið neyvan vigar nógv meiri enn 100 pund, gjørdi fríspark móti Sorini, ið annars allan dystin hevði sett seg hart ígjøgnum yvirfyri áleyparunum hjá NSÍ, uttan at dómarin hevði dømt nakað fyri tað.

Í 84. minutti fluktaði Debes móti málinum í høgru síðu, og í 85. minutti kom so endiliga hol á, tá Árni skjeyt hart og flatt beint í málið. Fagnaðurin var øgiligur. EB/Streymur ressaðist nú aftur fyri at fáa øll stigina aftur til høldar, men endaliga úrslitið gjørdist 1-1.

Tað er eingin ivi um, at tað var meiri umráðandi hjá EB/Streymi at fáa øll stigini í kvøld. Um hugt verður at dystargongdini, vóru vit ivaleyst heppin at koma til hálvleiks við 0-1. András átti sín stóra leiklut í, at EB/Streymur ikki fekk meiri enn tað eina málið. Hann hevði fleiri sera góðar bjargingar, og vísti seg at vita, júst nær hann skuldi koma út í 16 meturin, og nær hann skuldi halda seg í málinum.

Men hinvegin sótu vit á spælinum í seinna hálvleiki, og tað gav eisini úrslit.

Tá hini feløgini í oddinum, HB, ÍF og Víkingur, eisini fingu javnleikir í hesum umfarinum, hevði tað við sær, at støðan er óbroytt. Fyri NSÍ lagaðu úrslitini seg tí væl. Vit kunnu fegnast um, at vit ikki hava tapt seinastu 15 dystirnar.

Úr dystinum kann samstundis dragast tann lærdómur, at hóast vit spældu nógv verri og komu afturum við einum málið móti einum oddaliði á útivølli í fyrra hálvleiki, so ber tað kortini til at venda gongdini, at vera leikliga greitt omaná í seinna hálvleiki og at fáa stig burturúr.

Næsti dystur er á Toftum leygardagin.

Liðið: András Gango, Jóhan Troest Davidsen, Jens Joensen,  Jónhard Frederikberg, Einar T. Hansen, Jústines R. Hansen, Jann Ingi Petersen (46 min. Debes Danielsen), Bogi Løkin , Heðin á Lakjuni, Christian Høgni Jacobsen og Klæmint A. Olsen (78 min. Árni Frederiksberg). Á beinkinum uttan at koma inn: Kristian Joensen, Per Langaard og Erland B. Danielsen.

Gul kort: Jóhan (20. min.), Bogi (60. min.) og Heðin (76. min.)

Niðanfyri eru myndir, sum Birita Hansen tók.

Share.

1 kommentar

Skriv et svar til Óli Simonsen Annuller svar