Vit fylgjast út á Svangaskarð í annaðkvøld!

0


Tað verður farið um skarðið!

Í morgin spælir NSÍ ein sera týðandi dyst móti grannunum fyri vestan – B68.

Fyri uttanveltað snýr hesin dysturin seg kanska um stig á stigatalvuni. Men í annaðkvøld klokkan 18 verður stigatalvan løgd til viks eina løtu. Hesin dysturin hevur nógv meiri at siga enn nøkur stigatalva.

Á skránni er ein tann mest spennandi lokaluppgerðin í føroyska fótbóltsheiminum. Dreingirnir, ið trína á vøllin, eru uppvaksnir hvør um annan, hava spælt á sama liði til tíðir, men nú eru teir vaksnir og skulu dystast móti hvørjum øðrum.

Tíbetur hevur tað gingist væl hjá okkum móti B68 í ár. Men í rættinum at reypa sær mótvegis grannunum nyttar tað einki. Tað er bara tann seinasti sigurin, ið telur.

Úr báðum legum verður vónað, at  nógv fólk stuðlar sínum liði á Svangaskarði í morgin.

Ætlanin er at ganga í felag frá vøllinum við Løkin og eftir nýggju gøtuni niðan á Svangaskarð. Farið verður av vøllinum umleið kl. 17.20 við Guliganz á odda.

Møtið fjølment og vísið tykkara stuðul, gjarna í litum felagsins!

Share.

Skriv et svar