András – dagsins maður móti EB/Streymi


András heldur stílin.

Síðani 1-1 dystin móti EB/Streymi við Margáir seinasta mikukvøld hava tit havt høvi at velja dagsins mann í dystinum.

Eins og seinast valdu tit frálíka málmann okkara, András, til dagsins mann við 45% (81 atkv.) av teimum 181 givnu atkvøðunum. András hevði nógvar frálíkar bjargingar bæði í einum, fyri okkara viðkomandi, heldur ivasamum fyrra hálvleiki, og í endanum av dystinum, tá EB/Streymur trýsti aftur.

Báðir innskiftu leikararnir, Árni og Debes, gjørdust nummar tvey og trý við ávikavist 16% (29 atkv.) og 8% (15 atkv.). Teir vóru báðir eyðsýndir í tí góða seinna hálvleikinum.

Vit ynskja Andrási hjartaliga tillukku við heiðrinum og ynskja annars øllum liðinum góða eydnu í seinasta dystinum móti B68 í ár – á Svangaskarði í kvøld kl. 18.00.

Eftir dystin verður opnað fyri nýggjari atkvøðugreiðslu.

[poll id=”20″]

Líknandi tíðindi