|

Marita vald til ársins vespu


Marita Joensen varð í morgun av eini dómsnevnd vald til ársins vespu.

Í samband við familjudagin hjá NSÍ í dag hevur ein dómsnevnd burtur úr rúgvuni av stuðlum hjá NSÍ valt ein, ið trúfast hevur møtt til dystir hjá felagnum og stuðlað í við- og mótráki.

Valið fall á Maritu Joensen. Hon er m.a. mamma til Jens Joensen, ið spælir í miðverjuni hjá NSÍ.

Marita er so spent til dystirnar hjá NSÍ, at hon ikki rættiliga torir at hyggja, tá mótstøðuliðini eru í okkara hálvu. Tí hava onkur mælt til, at hon bert skal gjalda hálvt atgongumerki.

Marita var sjálv burturstødd í morgun, og var tað tí maður hennara, Hjalti Joensen, ið tók móti heiðursbrævinum. Heiðursbrævið varð handað við Toftavatn, og vóru eini 60 fólk møtt til hátíðarløutna. Síðani varð farið aftur til vøllin við Løkin, har NSÍ bjóðaði morgunmat.

Nógv fólk er annars við Løkin í dag, har alskyns tiltøk og gott veður hava myndað ein góðan familjudag. Niðanfyri eru nakrar myndir, sum Birita Hansen tók.
[nggallery id=95]

Líknandi tíðindi