SO KOM TAPIÐ: B68-NSÍ 3-2

0


Eftir at hava verið ósigraðir í 15 dystum á rað – harav tólv sigrar og tríggir javnleikir, máttu okkara menn í dag leggja tap til grannarnar á Toftum. Úrslitið gjørdist ein 3-2 sigur til B68.

Líkindini at spæla á Svangaskarði vóru hampulig. Eitt lítið lot lá longs eftir vøllinum, men tað regnaði illa størsta partin av dystinum. Nógv fólk høvdu leitað sær til hesa grannauppgerðina, sum oftast eru ógvuliga spennandi, har báðir partar leggja nógv fyri at vinna.

NSÌ hevði eina øðrvísi liðuppstilling, enn tað sum vit eru von við. Jóhan hevði karantenu, og nýggjur maður í hansara stað var unglingin Per Langaard. Klæmint er skaddur, og í hansara stað spældi Bogi Løkin sum fremsti maður.

Tað var B68, sum fekk bestu byrjanina uppá dystin og legði seg á odda longu í 7. min. B68 fær fríspark úti í vinstru síðu. Øssur leggur ein høgan bólt innfyri. Staddur beint uttanfyri NSÍ brotsteigin setur Poul Jóhannes Justinessen høvdið á og skallar bóltin sera hegnisliga upp í vinstra handara horn, uttan at Gango hevði nakran møguleika at røkka bóltinum. Eitt sera gott mál av Poul Johannes.

Hetta kendist sum ein sjokkbyrjan hjá NSÌ. Men eftir leiðslumálið hjá B68 yvirtók NSÌ spælið og vóru spælstýrandi tað, sum eftir var av fyrra hálvleiki. Við góðum flytingum frá verju umvegis miðjuna og til áleypararnar skaptu NSÍ’ararnir fleiri vandamiklar málmøguleikar. Tað var tí fult uppiborið, at NSÍ javnaði til 1-1 í 22. min. Debes sendir eina langa sending inn í B68 brotsteigin. Bólturin fer fram við allari B68 verjuni, og við aftaru stong høvdar Bogi bóltin niður í jørðina og í málið, uttan at Vlada fekk vart fyri.

Í 23. min. verður okkara ungi raski miðverji Per skaddur. Skaðin var so mikið álvarsligur, at Per noyddist av vøllinum og var sendur á sjúkrahús til kanningar. Vónandi er skaðin ikki so álvarsligur, at Per ikki kemur fyri seg skjótt.

Hetta gjørdi tað neyðugt hjá NSÌ venjaranum Paula at umskipa verjupartin. Einar varð fluttur av vinstra bakki inn í miðverjuna. Heðin kom á vinstra bakk, og Bogi varð fluttur úr álopinum út á vinstra kant. Inn fyri Per kom Árni Frederiksberg, og mannaði hann saman við Christian Høgna álopið.

Í 26. min. leggur NSÍ seg á odda 2-1. Ein bóltur verður sendur inn í B68 brotsteigin. Vlada í B68 málinum kemur út at verja fyri. Staddur uttanfyri 16 meturin velur Vlada at høvda bóltin burtur av vandaleið men beint í føturnar á Árna. Árni spælir bóltin sera skilagott til Christian Høgna, sum setir bóltin í tóma málið.

B68 hevði nakrar fáar málmøguleikar – helst við deyðbóltsstøður. Sendingarnar frá Øssur eru altíð vandamiklar, tí B68 hevur góðar høvdaspælarar sum Keita, Camara og Poul Jóhannes.

Samanumtið er at siga um fyrra hálvleik, at B68 fekk eina góða byrjan og hevði mest trýstið fyrstu 5-10 min. Síðan yvirtók NSÍ alt spælið og legði B68’arnar undir stórt trýst, og tað var fult uppiborið, at NSÍ hevði 2-1 leiðslu við hálvleik.

Næstan allan seinna hálvleik sat B68 á dystinum. Teir skaptu fleiri vandamiklar málmøguleikar og eina røð av hornaspørkum. Áleypararnir hjá B68 vóru tó ikki nóg neyvir í avgerandi løtunum. Í 65. min. javnar B68 uppiborið til støðuna 2-2. Eftir rættuliga tilvildarligt spæl framman fyri NSÌ málið gerst Ndende púra fríur og hevur lætt við at seta bóltin í málið.

Debes verður tikin út í 75.  min. og inn í hansara stað  kemur Jann Martin. Í 78. min. verður Bogi vístur av vøllinum, eftir at hann fær sítt seinna gula kort. Hetta gjørdi tað truplari hjá NSÍ at standa ímóti B68 trýstinum, sum helt áfram.

Í eini takling verður Jens skaddur men heldur áfram at spæla.  Óivað darvaður av skaðanum fellur Jens í 85. min. Camara inni í NSÍ brotsteiginum. Dómarin Páll Augustinussen var ivaleysur og dømir brotspark til B68. Øssur tekur sær av brotsparkinum, og sera trygt setur hann bóltin í málið til endaligu støðuna 3-2.

Samanumtikið er at siga um seinna hálvleik, at B68 liðið trýsti NSÍ langt aftur á vøllin og var greitt omaná.

Hetta var so fyrsta tapið hjá NSÍ síðan 18 apríl, tá NSÍ mátti lúta fyri HB í Gundadali. Fyrr ella seinni kundi væntast, at liðið fór at tapa. At tað so var fyri grannunum á Toftum kennist óivað súrt hjá spælarunum. Sjálvt um NSÍ tapti dystin, liggja teir framvegis á einum fyrsta plássi við eini fimm stiga leiðslu, áðrenn hinir dystirnir í hesum leikumfarinum verða leiktir í morgin.

Hjá okkara monnum ræður um at leggja dystin í kvøld aftur um bak og herja á aftur næsta dyst. Vit eru sera stolt av tykkum, og vónirnar til komandi dyst eru góðar, tá NSÍ møtir ÍF mánadagin 13. september á heimavølli.

KOYR Á NSÍ – SAMAN STANDA VIT STERK.

HAGTØL:

B68-NSÍ 3-2 (1-2)

7.  min. 1-0: Poul Jóhannes Justinusen B68

22. min. 1-1: Bogi Løkin NSÍ

26. min. 1-2: Christian Høgni Jacobsen NSÍ

65. min. 2-2: Ndende B68

85. min. 3-2: Øssur Hansen B68 (brotspark)

NSÌ liðið: Gango, Jens, Per (23. min. Árni, 80. min. Erland), Einar, Jónhard, Jústines, Jann Ingi, Heðin, Debes (75. min. Jann Martin), Christian Høgni og Bogi

Niðanfyri eru myndir, sum Johnny Lamhauge tók.

Share.

Skriv et svar