”The Dreamteam” vann á HB


3. deildarliðið hjá NSÍ vann í týskvøldið 2-1 á HB í Havn. Hetta var fyrra kvartfinalan.

Talan var um eitt sterkt HB lið, sum stillaði upp ímóti NSÍ í kvøld. Fleiri unglingaleikarar mannaðu liðið, og enntá onkur leikari, sum hevur leikt dystir fyri Vodafone liðið hjá HB í ár, var við ímóti NSÍ.

NSÍ leikti ein sera góðan fyrra hálvleik, og eftir áleið 15 minuttir legði Høgni Kastalag NSÍ á odda 1-0 við einum frálíkum málið. HB royndi at leggja trýst á NSÍ, men kláraði ongantíð at skapa nakran verðuliga málmøguleika. Í staðin hendi tað, at NSÍ legði seg á odda 2-0 við einum máli frá Sonna L. Petersen. NSÍ var so at siga spælstýrandi allan fyrra hálvleik, og við eitt sindur av hepni skuldi NSÌ nokk fingið okkurt málið aftrat. Hálvleikstøðan var 2-0 til NSÍ.

Í seinna hálvleiki legði HB eitt trýst á NSÍ, og tá spældir vóru 5 minuttir av seinna hálvleiki skoraði HB til 2-1. Síðandi royndi HB at trýsta, men NSÍ megnaði at standa ímóti trýstinum, og kláraðu at kempa seg til ein søtan sigur á HB.

So nú er lagt upp til ein sera spennandi dyst við Løkin leygardagin, tá HB kemur á vitjan.

Teir, sum mannaðu liðið hjá NSÍ í dag, vóru:
Karstin Joensen, John Andersen, Viggo Johannesen, Dagfinn Olsen, Jákup Martin Jacobsen, Eddie Mikkelsen, Dánial Hansen, Eyðstein Skipanes, Helgi L. Petersen, Høgni Kastalag, Sonni L. Petersen, Kenneth Johannesen og Beinir Højgaard.

Frásøgn: Dánial Hansen

Líknandi tíðindi