Dreymaliðið vann aftur


Leygardagin spældi dreymaliðið so retur dystin ímóti HB í Runavík. Útgangstøðið til dystin var rímuliga gott, av tí at NSÍ vann 2-1 á HB í Gundadali.

Men dreymaliðið vísti veruliga klassa hendan dagin, og hølvaði eitt ungt og gott HB lið av 6-1. Av byrja við í dystinum var rímuliga javnt, men tá áleið 15 minuttir vóru leiktir legði Dánial Hansen NSÍ á odda 1-0. Eitt sindur seinni økti Sonni L. Petersen til 2-0, og áðrenn farið var til hálvleik hevði Eystein Skipanes skora til 3-0. Hettar var eisini fult uppiborið.

Í seinna hálvleiki royndi HB at seta ferðina upp, og høvdu vit spælt ca 10 min, tá HB fekk sítt mál, og minkaðu munin til 3-1. Aftaná royndi HB so at trýsta eitt sindur, men tað gekk ikki meira enn 5 minuttir, so var alt avgjørt, tá Dánial Hansen skoraði til 4-1 til NSÍ.
Síðani gjørdi NSÍ nakrar útskiftingar, og eingin annar enn Jonhard Hansen kom inn í álopið at spæla. Jonhard er mest kendur fyri at vera málmaður, men hann setti sín dám á dystin, við at skora 2 tey næstu málini, og harvið vann dreymaliðið hjá NSÍ í 3. deild trygt 6-1 á HB.

Aftaná dystin var einki at ivast í, hvør skuldi veljast til dagsins mann, og talan var sjálvandi um Jonhard Hansen.

Næsti dystur hjá 3. deild verður nokk um vikuskiftið, tá NSÍ skal spæla semi-finaluna ímóti B36 ella Skála.

Teir, sum mannaðu liði hendan dagin, vóru:

Karstin Joensen, John Andersen, Viggo Johannesen, Arnfinn Langaard, Ásfinnur Sigvardsen, Jákup Martin Jacobsen, Eyðstein Skipanes, Sjúrður Jacobsen, Høgni Kastalag, Dánial Hansen, Sonni Petersen, Eddie Mikkelsen, Beinir Højgaard, Kenneth Johannesen, og dagsins maður Jonhard Hansen.

Frásøgn: Dánial Hansen

Líknandi tíðindi