Christian Høgni – dagsins maður móti FC Suðuroy


Síðani 1-1 javnleikin móti FC Suðuroy sunnudagin hava tit havt høvi at velja dagsins mann í dystinum.

Tit valdu Christian Høgna, liðskipara og málrev, til dagsins mann við 20% (29 atkv.) av teimum 144 givnu atkvøðunum. Christian Høgni fann málið aftur í dystinum og var eyðsýndur í stóra trýstinum, sum so nær gav okkum øll trý stigini.

Nummar tvey og trý gjørdust András og Jóhan við ávikavist 13% (18 atkv.) og 10% (14 atkv.)

Vit ynskja Christiani Høgna hjartaliga tillukku við heiðrinum og ynskja annars øllum liðinum góða eydnu í dystinum móti Víkingi við Løkin í kvøld kl. 17.30.

Eftir dystin verður opnað fyri nýggjari atkvøðugreiðslu.
[poll id=”23″]

Líknandi tíðindi