Kristian og Árni úttiknir til U-19 landsliðið

0


Ábraham Løkin og Eli Hentze landsliðsvenjarar hjá føroyska U19-landsliðinum hava úttikið Kristian Joensen og Árna Frederiksberg til landsdystirnar í EM-undankappingini, sum verða leiktir í Lettlandi í døgunum 5.-13. oktober.

Føroyar leika hesar dystir:

07.10.10 kl. 14.00 Kroatia-Føroyar
09.10.10 kl. 14.00 Italia Føroyar
12.10.10 kl. 14.00 Føroyar-Lettland

Hópurin er annars hesin:

07 Vestur: Rógvi Nielsen, Eli F. Nielsen
KÍ: Sørmund Kallsø, Justinus Johan Jacobsen
Víkingur: Bárður Hansen
ÍF: Ari Ó. Ellingsgaard
HB: Jógvan A. S. Nolsøe, Páll H. Jacobsen, Pál Joensen
NSÍ: Kristian Joensen og Árna Frederiksberg
OB: Teitur Getsson
FC Fyn: Andras Vágsheyg
Brøndby BK: René S. Joensen
Aberdeen FC: Hallur Hansson, Gilli Sørensen
Vejle BK: Bogi R. Petersen
Kastrup BK: Janus M. Thorup

Vit ynskja Kristiani og Árna og øllum hinum góða eydnu í dystunum.

Share.

Skriv et svar