
Í morgin spælir vodafoneliðið hjá okkum sín týdningarmiklasta dyst higartil í ár. Vit møta HB í Gundadali kl. 15.00. Dysturin verður sjálvandi spældur og avgjørdur á vøllinum.
Men tú kanst sum áskoðari vera við til at ávirka dystin til okkara fyrimun.
HB nýtir allar snildir til at fáa sær fyrimun uttanfyri vøllin. Tað frættist av HB-heimasíðuni, at allir áskoðarar í reyð/svørtum litum sleppa ókeypis til dyst. Ivaleyst má tí roknast við einum fullum HB-skýli.
Men okkara partur má ikki liggja eftir. So komið til Havnar og stuðlið okkara dreingjum við gulum liti og stuðulsrópum úr bygdaskýlinum!
Himself (2 árum síðani)
Ja, nú er at gera Gundadal um til GULADAL!
Hevði verið gott um tann gamla guliganz-gardan aftur kundi fingið samlað mælskar áskoðarar saman og skipa rópini út á vøllin – tá eru vit bestu áskoðarar í Føroyum! Vit minnast aftur á Djúpumýru í okt. mðr. 2007 – sum at vera til ein Premier League dyst!
Koyr á, NSÍ!
Saman standa vit sterk!