Tepurt tap í Gundadali: HB-NSÍ 3-2


Lagt var upp til spennandi toppuppgerð millum nummar eitt og tvey í Vodafonedeildini, NSÍ og HB, í Gundadali í dag. Hetta var triðseinasta umfarð av ársins Vodafonekapping, og bæði liðini høvdu tørv á flest møguligum stigum.

Karmarnir vóru av teimum bestu, fínt veður og nógvir mælskir áskoðarar bæði í HB- og bygdaskýlunum.

Um tað vóru nakrir óheftir eygleiðarar í Gundadali í dag, fingu tey óiva eina frálíka fótbóltsuppliving. Endaliga støðan gjørdist 3-2 til HB, men harumframt hevði NSÍ tvær ferðir bóltin í HB-málinum, uttan at tað taldi við. Og bæði liðini høvdu brotsspark, hóast bert HB megnaði at skora uppá sítt.

Hjá NSÍ byrjaðu hesir inni: András, Jónhard, Jóhan, Jens, Einar, Bogi, Jústinus, Jann Ingi, Heðin, Christian Høgni og Klæmint.

HB var meira ágangandi fyrstu løtuna, uttan at hetta tó gav úrslit. NSÍ arbeiddi seg meira inn í dystin. Í 15. minutti høvdu vit eitt gott álop, sum endaði við einum innkasti í høgru síðu. Jónhard tók, og Jóhan høvdaði víðari til Klæmint, ið nærum fekk prikað bóltin um strikuna.

Hjá HB skjeyt Rógvi Poulsen á stongina úr høgru síðu í 18. minutti, og í 25. minutti varð Rókur spældur leysur mitt fyri, men Einar megnaði at takla bóltin í seinastu løtu.

Tað kendist sum, at fyrsta málið var nær. Og tað kom so í 30. minutti. Bogi spældi Klæmint fríðan í høgru síðu, og setti hann trygt bóltin í málið, 0-1 til NSÍ. Vit hildu áfram at trýsta og høvdu kjansir at økja um leiðsluna beint eftir málið.

Ístaðin fekk HB eitt brotsspark í 37. minutti. Ein bóltur varð spældur inn um verjuna, og onkursvegna kom hann á hondina hjá Jens, ið annars ikki varð undir trýsti. Fróði skoraði trygt høgrumegin András, ið annars hevur tikið fleiri brotsspørk í ár, 1-1.

Longu tveir minuttir seinni tók HB leiðsluna. Rókur høvdaði bóltin í mál, eftir at hann var farin høvd av høvdi eftir innlegg úr vinstru síðu. Fróði royndi seg síðan við langskoti, sum András bjargaði.

Í 40., 41. og 44. minutti høvdu vit fríspark í vandamiklum støðum. Tað seinasta av hesum, frá Einari úr høgru síðu, megnaði Jóhan at seta í málið, men ólukkutíð valdi dómarin at døma brotsspark ístaðin. Vit vildu heldur hava fingið fordeil – eingin ivi er um tað. Christian Høgni, sum vanliga er ósvikaliga tryggur brotssparksskjútti, beindi tíverri bóltin til høgru fyri málið.

Í staðin fyri útjavnandi málið hjá okkum, royndi Fróði seg enn einaferð við langskotið, og hesu ferð bragdaði, 3-1 til HB.

Tað var sera hugstoytt at fara til hálvleik við hesi støðu, eftirsum vit bæði kundu verið á odda, ella í minsta lagi javnir við HB.

Í øðrum hálvleiki skifti dysturin nakað. NSÍ trýsti meira, meðan HB hevði ráð til at liggja longur aftri á vøllinum fyri so at kontra. NSÍ fær eisini fleiri horna fyrstu løtuna. Heðin, Bogi og Christian Høgni vóru eyðsýndir í kreativa spælinum.

Í 60. minutti kom Debes á vøllin fyri Klæmint. Debes megnaði væl at seta seg fysiskt ígjøgnum móti HB-verjuni, sum fleiri ferð var um at vera um ein háls. Debes hevði fleiri royndir uppá málið útifrá.

Í 69. minutti varð álopsbogin spentur enn meiri, tá Árni kom inn fyri Jann Inga.

NSÍ trýsti nógv fyri at koma inn aftur í dystin. Í 72. minutti varð Bogi feldur í høgru síðu. Einar skjeyt bóltin væl inn móti málinum, og onkursvegna smeyg hann sær inn við nærmaru stong, 3-2.

NSÍ fór nú eftir útjavnandi málinum, og í 86. minutti fekk Jústinus bóltin í mál eftir horna frá Heðini, men ólukkutíð varð málið aftur kolldømt – hesu ferð fyri fríspark til Marcin.

Dysturin endaði sostatt 3-2 til HB. HB var betur í byrjanini av dystinum, og dugdi at umseta spælið til mál. Vit kundu við hepni fingið betur úrtøku. Men eftir stendur, at bæði liðini spældu væl, sum tað sømir seg í einum oddadysti. Tíanverri var endaliga støðan ikki til okkara fyrimun.

Nakað av kortspæli var eisini í dystinum. Hjá okkum fingu Einar, Jens, Jóhan, Bogi og Christian Høgni gult kort.

Vit eru nú á einum triðja plássið ájavnir í stigum við EB/streym, ið hevur betri málúrtøku. HB er á fyrsta plássi. Nú sum áður ræðum tað um at taka ein dyst í senn.

Næsti dystur hjá okkum er vegna landsliðsfótbólt ikki fyrrenn sunnudagin 17. oktober, tá vit enn einaferð skulu til Havnar. Hesuferð spæla vit móti B36.

Niðanfyri eru myndir, ið Birita Hansen tók.
[nggallery id=109]

Líknandi tíðindi