VEITSLA FYRI YNGRU LEIKARARNAR LEYGARDAGIN KL 18.00

Leygardagin 29 september kl 18.00 skipar ungdómsnevndin fyri veitslu fyri yngru leikararnar hjá felagnum í kantinuni í skúlanum við Løkin í Runavík. Veitslan er fyri øllum gentum og dreingjum, frá U-8 til og við U-14 og liðvenjarum hjá hesum leikarum.

À skránni er:

  • Matur og drekka
  • Tónleikur við Òvita Blues Band
  • Dansur
  • Undirhald
  • Smákappingar

Effoleikanir  hjá NSÌ vera til steðar og børnini sleppa í hesum sambandi at velja kulasta, lekrasta, besta og fittasta Effoleikaran hjá NSÌ í ár.

Alt er ókeypis og roknað verður við at tiltakið endar kl 20.00.

Kom við og bið liðfelagar tínar koma við. Allir liðvenjarnir verða bidnir at koma við.

Hjartaliga vælkomin

Ungdómsnevndin

NB: Veitsla fyri eldru ungdómsleikarunum (Gentur U-17, Dreingir U-16 og  U-18) verður lýst seinni á heimasíðuni

Líknandi tíðindi