MINNINGARORÐ UM POUL JOHAN LAMHAUGE

1

Týsdagin 12. oktober andaðiðst Poul Johan Lamhauge 48 ára gamal. Hann var føddur í Runavík 24. august í 1962

Poul Jóhan varð sonur Karlu og Paula (sála) Lamhauge.

Poul Johan var Runavíkingur og NSÍ´ari um ein háls, og spældi hann fótbólt við NSÍ síni barna- og ungdómsár.  Hann var ein av trúgvu NSÍ´fjepparunum, og hevur ferðast nógv við besta liðið hjá NSÍ.

Eftir fólkaskúlan fekk Poul Johan sær útbúgving sum timburmaður, og arbeiddi hann í nógv ár sum timburmeistari, bæði hjá øðrum, men eisini sum sjálvstøðugur vinnurekandi. Poul Johan var sera góður í hondunum, og tað arbeiðið sum hann hevur gjørt, er væl úr hondum greitt.

Poul Johan var av blíðastu og positivastu persónum, altíð smílandi og glaður, og ofta hevði hann eisini eitt hvørt hugnaligt skemt at bera fram. Tíðliga gjørdist Poul Johan sjúkur, men fyri tað misti hann ikki mótið. Hann hevði so nógv at liva fyri, bæði konu, børn og familjuna annars, og sum sjálvstøðugur vinnurekandi/timburmaður, kundi hann eisini tilpassa arbeiðið, til hvat hann megnaði at arbeiða. Seinastu tvey árini fekk Poul Johan enn eina sjúku at dragast við.  Sjálvt um sjúkan kom at fylla meir og meir hjá honum, so var pláss fyri tí fløvandi hugnaliga skemtinum, tá tú prátaði við hann.

1994 giftist Poul Johan við Poulu Johannesen, og búsettust tey í Runavík.  Saman eiga tey børnini Lindu og Meinhardt.

Vit sum hava kent Poul Johan sum arbeiðsfelaga og vin, fara at sakna hann, men samstundis ugga okkum við minninum, um at hava kent ein so sera dámligan og jaligan persón. Størri verður saknurin hjá teimum, sum stóðu honum næst, konan Poula, børnini Linda og Meinhardt, mamman Karla og systranar Kristina og Diana við familju. Vit hugsa um tykkum við samkenslu.

Eitt tómt NSÍ pláss stendur nú eftir honum

Hvil í friði okkara kæri vinur Poul Johan

——

NSÌ

Share.

1 kommentar

Skriv et svar